Henning og Elnar vunnu 5. umfar, Guðrið og Magni 6. umfar í sjavs

Ítróttur

1. februar var 5. umfar í sjavs og 8. februar var 6. umfar í sjavs. Vinnandi parið í 5. umfari var Henning Djurhuus og Elnar Holm. 6. umfar vunnu Guðrið Larsen og Magni Augustinussen.

Tað vóru 22 pør til 5. umfari og úrslitið var hetta:
Nr. 1. Henning Djurhuus og Elnar Holm, 4 stig hvør
Nr. 2. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Elna Poulsen og Jákup Lisberg, 2 stig hvør
Nr. 2. Jens Pauli Thomsen og Helgi Bech, 1 stig hvør.

Til 6. umfar í sjavs vóru tað 16 pør og úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Guðrið Larsen og Magni Augustinussen, 4 stig hvør
Nr. 2. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgir Skorastein og Sverri Magnussen, 2 stig hvør
Nr. 4. Annie-Marie Rubecksdóttir og Suni Vest, 1 stig hvør.

Støðan í sjavskappingini er framvegis tann, at Birgir Jørgensen er á odda. Støðuna finnur tú her.

Næsta umfar í sjavskappingini verður tórskvøldið 15. februar kl. 18.30, og spælt verður sum vant í VB-húsinum.

Facebook viðmerkingar