Um vikuskiftið var svimjistevna í Klaksvík.
Kappast var í 40 greinum og tá avtornaði hevði Róland Toftum vunnið átta av teimum. Umframt tey átta gullmerkini vann hann eisini eitt silvurmerki. Tá eru heiðursmerkini í stafettunum ikki tald við.
Hjá kvinnunum stóð Jana B. Thomsen seg best. Hon vann fýra kappingar, vann silvur í einari og bronsu í einari. Signhild Joensen vann trý gullmerki og trý silvurmerki, meðan Rebekka Trygvadóttir vann tvey gullmerki, trý silvurmerki og eitt bronsumerki. Allar fingu tí trý heiðursmerki sum eintaklingar.
Ægir var mest vinnandi felagið, við tilsamans 43 heiðursmerkjum, 13 úr gulli, 19 úr silvuri og 11 úr bronsu. HS fekk 37 heiðursmerki, 12 úr gulli, 13 úr silvuri og 12 úr bronsu, Susvim fekk 13 úr gulli, 5 úr silvuri og 11 úr bronsu og Reysti fekk tvey gullmerki, trý úr silvuri og fýra úr bronsu.
Í stafettunum vann Ægir eisini mest við trimum gull, einari silvur og trimum bronsu. Susvim fekk tríggjar gull, eina silvur og tvær bronsu og HS fýra silvur og eina bronsu.
kelda: in.fo
Facebook viðmerkingar