Sangløtur í Porkeri og á Tvøroyri

Komandi vikuskiftið vitja Ovin Klein Olsen og Hans Jacob á Lava í Suðuroynni. Teir eru báðir búsitandi í Danmark og hava nú saman útgivið eina fløgu við føroyskum sangum. Frammanundan hava teir báðir útgivið fløgur hvør sær.

Fríggjakvøldið kl. 19.30 verður sangløta í missiónshúsinum í Porkeri og leygarkvøldið kl. 19.30 í missiónshúsinum á Tvøroyri. Sangir úr nýggju fløguni og aðrir sangir verða sungnir. Møguleiki verður at ogna sær nýggju fløguna og aðrar fløgur. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Facebook viðmerkingar