Sambinding í Miðlatúni – Intertwining event in Miðlatún in Vágur

Kom við til integratiónsátakið Sambinding í Miðlatúni í Vági fríggjakvøldið 9. mars kl. 17.30 – 20.00.

(Scroll down for English version)

Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum.

Øll eru vælkomin – bæði við og uttan stokkar.

Luttøkan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug

Sambindingarkaféin er ætlað sum eitt afturvendandi opið tiltak. Vit bjóða kaffi, te og køkur.

Kristianna Winther Poulsen og Maigun Solmunde frá Reyða Krossi luttaka og 3 kvinnur greiða frá um teirra nýggja lív her í Føroyum.

Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Vágs býarbókasavn og Reyða Kross Føroyar, og vóna vit, at undirtøkan verður góð.

– – – – –

Átakið byrjaði í bókasavninum við Løkin í Runavík. Sambinding er vorðið fastur táttur í Eysturoynni, í Klaksvík, Vestmanna, í Vágunum og aðra staðni. Nú verður farið undir sama tiltak í Suðuroy.

– – – – –

Come join us at the intertwining event in Miðlatún, Vágsvegur 57, Vágur March 9th from 5.30 pm to aprox. 8.00 pm.

Intertwining is an integration campaign for both newcomers and “native” Faroese to get together, get to know each other and learn from each other.

Everybody is welcome! – both with or without knitting needles.

Participation is free and registration is not required

The intertwining café is meant to be a recurrent open event.

We offer tea, coffee and cake.

3 women are going to tell about their new life  in the Faroe Islands.

The campaign is a collaborative effort between Vágs býarbókasavn and Reyði Krossur Føroyar (Red Cross)

We are looking forward to seeing you!

Facebook viðmerkingar