Tjóðskjalasavnið letur tilfar til Tvøroyrar Skjalasavn

Tíðindi

Skjalatilfar, sum hevur sín uppruna av Tvøroyri, og sum í nógv ár hevur verið varðveitt á Tjóðskjalasavninum í Havn, er nú flutt suður á Tvøroyrar Skjalasavn, har tað framyvir skal varðveitast. Talan er um hesi søvn:  ‘A/S J. Mortensen´s Eftf.´’, ‘Arbejdernes Travlerdrift’, ‘Ísvirkið’, ‘Tvøratunga’, ‘Fylking’ og ‘Brúksan’. Elsta tilfarið er frá einaferð í 1860-árunum og nýggjasta tilfarið er frá 1950-árunum. Skjalatilfarið fyllir tilsamans umleið 50 hillametrar.

“Tað eru fleiri fyrimunir við hesum, men serliga ein er eyðsýndur”, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. “Nú verða hesi skjalasøvn varðveitt á Tvøroyri, har tey hava sín uppruna. Sostatt kunnu vit vænta, at skjølini nú verða lættari at granska í hjá fólki á Tvøroyri, sum eru tey, sum hava størstan áhuga í júst hesum skjølum.”

Við einum skjalasavni í býnum, sum savnar inn, skipar, skrásetur og gevur atgeingi til skjøl, fáa fólk á Tvøroyri lættari atgeingi og kunnu gera skjalarannsóknir á staðnum. Grunda á skjalarannsóknir í tilfarinum sum verður á Tvøroyrar Skjalasavni, kunnu øll sum eru áhugaði og hava møguleika fyri tí, vera við at skriva Tvøroyrar søgu.

Tíðindamynd:
Útkast til ‘lógir fyri Arbeiðsgevarafelag í Trongisvági’ (uml. 1918), er eitt av skjølunum, sum Tjóðskjalasavnið higartil hevur havt í varðveitslu, men sum nú er latið Tvøroyrar Skjalasavni í varðveitslu.

Facebook viðmerkingar