Næmingar á Ítróttaháskúlanum við í Rudda Føroyar átakinum

Tíðindi

Í morgin er átakið Rudda Føroyar á skrá kring landið, men næmingar á Ítróttaháskúlanum fóru longu til verka í dag, fríggjadagin.

Næmingarnir hava ruddað ymsastaðni í nærumhvørvinum í Vági.

Og siga tey á Facebooksíðuni, at tað er ikki eiðasørt, sum liggur og sløðist! Plastikkposar, ketur, flamingo, tunnur, fløskur og alt har í millum!

Hetta hava vit roynt at gjørt okkara ískoytið til at Rudda Føroyar!

Næmingarnir hava verið sera ágrýtnir og raksir, skrivar Ítróttaháskúlin á Facebook.

Facebook viðmerkingar