Suðringar taka í dag ímóti AB við Stórá, Undan dystinum er AB á niðasta plássi við 9 stigum, meðan Suðringar eru á 7. plássi við 21 stigum.
Nú 6 umfør eru eftir í Betrideildini nærkast tað seinasta útkalli hjá AB, um teir skulu halda plássið í Betrideildini komandi ár. Lítið er at ivast í, at AB ætlar at stríðast fyri stigunum í dag, tí verður neyvan talan um ein lættan dyst.
Suðringar vunnu í seinasta umfari (1. sept.) 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og fóru tá framum EB/Streym, sum nú er á 8. plássi. Á 6. plássi er Skála, sum í dag tekur ímóti KÍ, sum er á 2. plássi í Betrideildini. Skála hevur 22 stig, Suðringar 21 stig.
So um Suðringar vinna og Skála tapir, so vinna Suðringar seg upp á 6. pláss.
Dysturin við Stórá í dag byrjar kl. 15.00.
Facebook viðmerkingar