“Fagra blóma” 100 ár

Fyri 100 árum síðani, tann 15. desember í 1918, yrkti tann tá 20 ára gamli Poul F. Joensen yrkingina Fagra blóma.

Fagra blóma hevur síðani í eitt mannaminnið verið partur av føroyska sangsskattinum, kanska serliga í Suðuroynni, sum hevur verið sungin til veitslur av ymiskum slagi í Føroyum og uttanlands.

Seinnu árini hevur Hanus G. Johansen eisini gjørt sangin kendan við nýggjum lagi, sum fólk eisini hava tikið til sín, hóast traditionella lagið framvegis verður nógv sungið.

Myndin av tekstinum Fagra blóma, sum Poul F. yrkti hann í 1918, hevur Poul Erik Jacobsen lagt út á Facebook í dag.

Facebook viðmerkingar