Mentanarnáttin á Tvøroyri verður 31. Mai 2019

Tíðindi

Mentanarnáttin á Tvøroyri verður fríggjadagin hin 31. Mai 2019.

Mentanarnáttin, ið bjóðar teimum vitjandi eina ørgrynnu av áhugaverdum tiltøkum, hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2011.

Henda dagin verður sjóneykað sett á mentanina í kommununi og ynskið er, at okkurt áhugavert er fyri øll. Í 2018 eydnaðist dagurin sera væl og í fagrasta veðri valfartaðu fólk frá tiltak til tiltak. Felags fyri øll tiltøk er, at alt er ókeypis.

So hvørt dagurin nærkast, verður meira kunnað um tiltøkini.

Hevur tú áhuga í at luttaka við onkrum tiltaki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 214614 ella á teldupostinum tvoroyri@tvoroyri.fo .

Facebook viðmerkingar