Eftir eitt tíðarskeið við nógvum virksemi er nú ein steðgur á pelagiska virkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri og á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági.
Miðskeiðis í februar tók Varðin Pelagic ímóti seinastu lastini í hesum umfarinum og síðani hevur ikki verið arbeitt á virkinum. Væntandi verður arbeiðið aftur á virkinum í apríl.
Á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági vórðu seinastu tonsini av laksi úr Froðba kruvd og pakkaði í farnu viku, og verður so onki arbeiði á kryvjivirkinum aftur fyrr enn í mai/juni mánað.
Á Varðanum Pelagic arbeiða eini 150 fólk og á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági eini 40 fólk.
Facebook viðmerkingar