Ja, hetta er ein stórur søguligur dagur fyri Føroyar og fyri Suðuroynna, nú avgerandi stig verða tikin til at hesin parturin av landinum eisini fær fast samband um eini 10 ár ella so.
Fyri Suðuroynna er hetta uttan samanbering tann mest týðandi íløgan í framtíðina hjá oynni – sum jú í áratíggju havt stórar avbjóðingar við gongdini í fólkatalinum.
Okur vita frá royndunum við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum at fast samband hevur eina beinleiðis ávirkan á gongdina – har sóu okur, at støðan broyttist frá stagnatión og fólkaminking til framburð og fólkavøkstur.
Somu gongd síggja okur nú eisini í Sandoynni – og somu gongd fara okur at síggja í Suðuroynni.
Fyri Suðuroynna verður hetta næstan sum ein nýggj tíðarrokning.
Okur fara frá at skula hugsa um ferðaætlan, bíðitíð á keiini, avlýsingar vegna veður ella teknisk brek, og manglandi pláss á bildekkinum – til fullan flexibilitet, til at kunna fara og koma júst tá okur hava hug.
Ikki minst, so fer tað at bera til at búgva í Suðuroynni og arbeiða í øllum landinum – og Suðuroyggin verður við hesum fult og heilt samanbundin við restina av landinum.
Sæð úr einum suðuroyar-sjónarhorni, so er hetta ein íløga í framtíðina hjá okkara børnum og ungu – ein íløga í okkara felags dreym um eina bjarta framtíð í Suðuroynni.
Hetta er ein stórur og kensluborin dagur. Eg eri sera glaður fyri, at okur eru komin hertil og eri takksamur fyri at allir flokkar á Løgtingi stuðla ætlanini.
Nú verður verulig gongd sett á Suðuroyartunnilin.
Dennis Holm, landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar