Nú er greitt, at Súsanna Bertholdsen av Tvøroyri verður nýggj landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin. Súsanna Bertholdsen verður landsstýriskvinna í Heilsumálum og merkir hetta eisini, at ein broyting verður í landsstýrinum, tí Margit Stóra verður nýggja landsstýriskvinna í Umhvørvismálum.
Súsanna Bertholdsen stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið á valinum 8. desember 2022 og fekk tá 276 atkvøður og varð nr. 10 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Tá samgongan varð skipað, tók Súsanna sætið á Løgtingi, og nú verður hon landsstýriskvinna í Heilsumálum.
Facebook viðmerkingar