Eldraøkið

Tað var so lívsjáttandi at vitja í Sambýlinum í Vági í kvøld.

Vit vóru fleiri valevni á lista E, sum fóru á vitjan á Sambýlinum í sambandi við kommunuvalið, sum er fyri framman.
Eg sat eftir við kensluni av hví politikarar, tey fólkavaldu, ikki vitja her javnan?
Tað var ein so hugnalig og gevandi løta at sita til borðs saman við hesum fittu fólkunum. Øll hava tey livað eitt langt og vónandi gott lív. Tey vóru øll so røsk at práta, og vit fingu eitt gott og stuttligt prát afturvið einum kaffimunni. Eg takki hjartaliga fyri, at vit fingu møguleikan at koma framvið. Tað verður ein sjálvfylgja, at tað er tað, eg geri, um eg verði vald inn til kommunuvalið.

Tað er ongastaðni meira upplagt at fara fyri at finna útav, hvussu eldru borgarar í Vági hava tað og hvat tey hava tørv á, enn at vitja tey og fáa eitt gott prát. Samstundis er møguleiki at hoyra, hvat starvsfólk, sum eru um tey dagliga, hava at siga.

At vera gamal í Vági skal eisini frameftir verða so gott, sum tað er í dag uppi í Sambýlinum. Og, tað skal verða enn betri. Tað skal verða pláss fyri øllum, sum hava tørv á tí, at koma á Sambýlið ella á eitt Ellis- og røktarheim í Vági.

Tað skal vera gott at vera gamal í Vági og fleiri bústaðarmøguleikar skulu standa í boði til eldra ættarliðið.

Um tú sum eldri borgari ynskir og megnar tað, skalt tú sjálvandi hava møguleikan at búgva heima og fáa ta hjálp, tú hevur brúk fyri, so tú ikki nýtist at flyta á stovn fyrr enn tað er neyðugt. Hetta er sera umráðandi og tí má arbeiðast við at raðfesta, menna og fáa fleiri tímar til Heimatænastuna.

Starvsfólk skulu hava tíð til at hjálpa teimum eldru, sum tey koma inn til og ikki minst at hava stundir til eitt gott prát. Hetta hevur týdning fyri lívsgóðsku og trivnað.

Um tú hevur brúk fyri at búgva í vardum umhvørvi, skalt tú hava møguleikan at búgva í einum eldrabústaði, í einum umhvørvi, har fleiri eldri og kanska yngri búgva lið um lið í íbúð og hava felagsøki, har pláss er til felags máltíðir og aðrar sosialar løtur. Líkasum vit høvdu í kvøld. So lívsjáttandi og gevur so góða meining fyri okkum øll, yngri sum eldri.
Tað hava verið fleiri uppskot uppi at venda, m.a. at byggja eldra- og ungdómsíbúðir lið um lið vesturi við Ellis- og Røktarheimið, soleiðis at man kann brúka teir hentleikar, sum eru á staðnum á Hamragarði.

Um tú hevur brúk fyri at flyta inn á ein stovn sum Eldrasambýlið ella Ellis- og Røktarheim, skalt tú fáa pláss innan rímuliga stutta tíð. Eldru borgarar, sum mangla røktarheimspláss, skulu tryggast pláss skjótast til ber.

Í gjár hevði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. áhugaverda framløgu fyri øllum valevnum í Vági um eldraøkið og hvar tørvurin er størstur.
Vit hoyrdu m.a. um, hvussu trupult tað er at fáa nokk av starvsfólkum innan eldraøkið. Okkurt má gerast skjótt við hesa avbjóðing, og sum Mary leyði dent á, so eru fleiri viðurskifti, sum kunnu gerast fyri at nøkta tørvin. Millum annað nevndi hon, at tað eru fá starvsfólk innan eldraøkið, sum arbeiða fulla tíð. Um man setur fólk fulla tíð, so tekur tað broddin av starvsfólkatrotinum innan eldraøkið. Um starvsfólk arbeiða fulla tíð, so er tað eisini við til at gera starvsfólk meira nøgd við tað, tey avrika, tí tey hava betri tíð til hvønn borgara og hava tíð til eitt prát, sum er so gott og neyðugt fyri sálarheilsuna hjá okkara gomlu og okkum øllum.

Sagt var eisini, at tað kann vera skilgott, um størri dentur verður lagdur á, at eldri kunnu búgva heima sum longst. Tað eru bert uml. 20 % av teimum eldru í dag, sum hava tørv á einum røktarheimsplássi.
Sagt var m.a., at aðrastaðni uttanfyri Føroyar, verður alsamt meiri dentur lagdur á at inndraga nærmastu familju í gerandisdagin hjá eldri borgarum, ið eru á ellis- ella røktarheimi. .

Annars eru nógv góð sosial tiltøk at fara til sum eldri borgari í Vági. Hetta er fantastiskt og nakað, sum kommunan so avgjørt skal stuðla.

Um eg verði vald inn á kommunuvalinum 2024, er ongin ivi í, at eldraøkið hevur hægstu raðfesting!

X við Jónleyg Olivia Finnsdóttir
Valevni á lista E

Facebook viðmerkingar