Mynd: KVF
Tjóðveldi boðar frá at økisfeløgini hava sent tvey uppskot inn um nýtt forfólk. Í uppskoti eru Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, skrivar vp.fo.
Bert eitt uppskot er komið frá økisfeløgum um nýtt næstforfólk. Í uppskoti er virkandi næstforkvinnan, Hervør Pálsdóttir.
Harumframt er eitt uppskot um nýtt forfólk komið frá limi í Tjóðveldi. Í tí uppskoti er Dennis Holm, sum síðani hevur boðað aðalstjórnarformanninum frá, at hann ikki tekur við valinum.
Leygardagin kl 12.00 verður eykafloksting á Hotel Føroyum.
Facebook viðmerkingar