
Tað kom dátt við at frætta, at Einar Skaalum var farin í annan heim.
Einar og pabba vóru vinmenn og gjøgnum tykkara vinskap kom eg at kenna teg. Hetta var tá eg var smágenta í Vági.
Árini gingu og í nógv ár búði eg ikki í Vági. Í mínum vaksna lívi minnist eg meg fyrst práta við teg aftur til jarðarferðina hjá pabba; tann sami blíði maður, ið tú altíð hevur verið.
Nøkur ár seinni flutti eg til Vágs, og spákaði hvønn dag eftir Vágsvegi við barnavogni. Tá møttust okur dagliga og prátaðu um leyst og fast. Tær dámdi væl at práta og altíð við tí góða orðinum. Tú hevði fingurin á pulsinum, og fylgdi við øllum ið gekk fyri seg her í Vági; gleddist um allan framburð og fylgdi serstakliga væl við ítróttinum her í bygdini.
Tá synirnir dugdi at ganga, vóru okur ofta túr, og tá møttust okur aftur á Vágsvegi. Eisini tá gekk prátið gott. Synirnir vóru nakað ótolnir, so onkutíð segði eg við teg, at teir hava ikki tol at bíða meðan okur práta, og so flenti tú so hjartaliga.
Tú og pabba upplivdu nógv saman, og tað var altíð hugaligt at hoyra teg fortelja um gamlar dagar. Takk fyri tað.
Nakað áðrenn jól vóru synirnir og eg á gólvinum hjá tær. Tú gleddist um, at FC Suðuroy var í Betrideildini, og tosaði nógv um hesar røsku ungu spælararnar.
Tá eg stóð uttanfyri aftur í garðinum, mintist eg aftur á dagarnar tá eg sum smágenta stóð har við pabba. Soleiðis kann lívið verða so eins, sjálvt um okur halda, at alt broytist.
Síðst okur prátaði saman, var tað kappróðurin ið fylti alt; fleiri manningar hjá Vágs kappróðrarfelag vóru í ár, og tú gleddi teg til stevnurnar í summar.
Tórsdagin legði tú árarnar inn, og nú er ein býarmynd burtur her úr Vági.
Ærað verður minnið um Einar Skaalum.
Við samkenslu
Marin Hentze Gårdlykke
Facebook viðmerkingar