
So slitnaði aftur ein strongur í Framtíðini í Vági…
Einar Skaalum var føddur í Vági hin 7. apríl, 1949, næstelstur av fimm systkjum hjá Bjarna Skaalum, lærara, og Ebbu Vinther úr Brekkugerði. Tey búðu úti í Toftalíð, har Einar farna grundlógardagin, nú VB fylti 120 ár, legði árarnar inn.

Eftir lokna skúlagongd og onkran túr til skips fór Einar í læru í Garðasmiðjuni. Í 1970 árunum arbeiddi hann Skipasmiðjuni í Havn. So kom hann suður aftur og arbeiddi í smiðjuni hjá Bent. Síðan arbeiddi hann á flakavirkinum Polarfrost og eisini á fiskavirkinum Palm.
Alsk til tónleikin hevði hann nokk fingið inn við móðirmjólkini. Momman var ein av teimum fyrstu at syngja í Kirkjukórinum Ljómi. Men pápin var eisini góður sangari og hevði skil fyri tónleiki. Jógvan Dahl, sáli, sigur í Aldamóti (1999), at hann, Einar, Trygvi Vestergaard og Tóri Midjord fóru at venja í Gamla Skúla einaferð fyrst í 1960 árunum, tá ið Red Boys góvust. Sjúrði Strøm legðist afturat við harmonikuni. Tí kallaðu teir orkestrið JETS (Jógvan, Einar, Tóri og Sjúrði). Seinri kom nýggjur bólkur, sum hét Les Faroes: Einar, Terji Nielsen, Johannus Nielsen og Hilmar í Lágabø.
Hóast ikki altíð virkin í nøkrum ávísum bólki gjøgnum árini, so var hann altíð klárur at taka mikrofonina allastaðni har, sum tónleikur var og orkestur spældi. Tað kundi vera í Framtíðini, Vágs Kluba ella
vesturi í VB-húsinum. Tey eldru minnast, tá ið Einar kom við grýturætti úr Louisiana – ”Jambalaya” – tá var futtur í Framtíðini!

Tá ið okur í ”Sound Pipers” (Ulf Nolsøe, Einar Skaalum, Ólavur Magnussen, Arnfinnur Thomassen og Dan Joensen) í seinru helvt av 1960 árunum fóru at spæla uppá – sum tey søgdu – í Framtíðini, var Einar mitt í rokinum. Instrument og forsterkarar vóru sum lundi á jólum. Tí fingu okur arbeiðismannafelagið ”Framtíðina” at leggja út fyri instrumentkeyp. Sáttmálin er undirskrivaður hin 2.10.1968. Tá fingu okur tey fyrstu rættiligu instrumentini. Einar hevði sjálvur keypt sér ein elektriskan, flottan, reyðan Höfner guitar.
Hann fylgdi øgiliga væl við, hvat ið hendi í popptónleikinum, báði her á klettunum og úti í heimi. Tí keypti hann plátur í hópatali. Hann mundi eiga eitt tað størsta plátusavnið her á landi. Sonne Smith, sáli, hevði í Dimmalætting (2.09.2022) sjáldsama áhugaverda samrøðu við Einar, kallað ”Skaalum í Toftalíð”. Har fortelur hann søguna um popptónleikin í Vági.

Hesi seinastu árini kom Einar hvønn nýggjársaftan – aftaná nýggjársbálið – niðan á gólvið á Brekkubø. Altíð hevði hann, dett fitta menniskja hann var, onkra forkunnuga gávu við til mín, klassiskar, gamlar LP- ella singleplátur. Har sótu okur so og prátaðu um gamlar dagar og lótu hugin reika og minnini tala…
Og nógv er at minnast aftur á úr popptónleikalívinum í Vági. Jeg hevði einaferð í Framtíðini fingið leiklutin at spæla tvítónaða millumspælið: «pling, pling, pling» til Travelling Light. Einar hevði eina vakra, milda rødd, sum riggaði sum fótur í hosu til Cliff Richard:

Sangurin snýr seg um at «ferðast lætt» – loypa avstað, sum okur plaga at siga. Tað er jú tað, sum hendir, tá ið líggjamaðurin kemur á gátt. Einki fáa okur við okum. Hin vegin ber væl eisini til at tolka sangin sum eina ferð ímóti ljósinum, við fullum hjarta av kærleika og dreymum. Einar var eitt stak fitt og gott folk.
Nú er eisini hann farin í annað ljós. Friður veri við minninum um mín gamla vin og skyldmann, Einar Skaalum í Vági.
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar