
Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, í Páls Høll í Vági.
Stevnan byrjar við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú leygarmorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.
Startlistar síggjast her á Swimify, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður. Sí eisini niðanfyri standandi fílu.
Facebook viðmerkingar