Grundlógardagsheilsan av Tvøroyri

Í Føroyum halda vit framvegis danska grundlógardagin, hóast nógvum dámar at minna á, at føroyingar ongantíð góvu sítt samtykki til at seta hana í gildi í Føroyum. Á Tvøroyri eru eisini tjóðskaparsinnaðir borgarar. Men í hesum døgum frøast vit um Danmarks Riges Grundlov!

Nú Fríðrikur X er ávegis til Føroya og ikki minst Tvøroyrar, er vert at minnast, at tað var Fríðrikur VII, ið undirskrivaði Grundlógina hin 5. juni 1849. Tá varð farið frá einaveldi til sonevnt fólkastýri. Grundlógin legði støðið undir okkara frælsu tilveru, vit fingu atkvøðurætt, talu- og skrivifrælsi og, sum Hans Pauli Strøm so væl orðar tað í dag, “fingu vit eisini frælsi at skipa okkum í feløg, samkomufrælsi, vinnufrælsi, rættin til arbeiði og til at vinna sær uppihald, friðhalgan av ognarrætti, friðhalgan av persónligu rættindum okkara og rætt til stuðul í sosialari trongstøðu.”

Spyrjast kann so, hvussu er hepnast at umsita hesa meginlóg, Grundlógina, í Danmark – og í Føroyum?

Í Danmark er bert eina einstaka ferð farnu 176 árini staðfest við dómsúrskurði frá hægstarætti, at meginreglur í Grundlógini vóru settar til viks. Tað var í 1999, tá politiska valdið við sonevndari singularlóggávu legði seg út í rættartvístøðu millum danska undirvísingarmálaráðið og frískúlan Tvind. Flestum kunnugt er og skal vera vatntætt skott millum politiska og dømandi valdið fyri at tryggja móti korruptión og undirbrotligheit, men í hesum føri tók fólkatingið dómsvaldið av ræði. Úrslitið varð, eftir at borgarar kærdu uppílegging frá politiska valdinum í rættartvístøðu, at hægstirættur hin 19. februar 1999 ógildaði fólkatingslógina, ið hóskandi varð nevnd Lex Tvind. Hetta sambært Grundlógini § 3 stk. 3, ið ásetur, at tað tilkemur einans dómsvaldinum at avgera ítøkiligar rættartvístøður.

Tvind-dómurin, ið ógildaði lógarsamtyktina hjá fólkatinginum (U 1999.841 H) er einasti dómur, ið hevur sett til viks og ógildað eina parlamentariska lóg vegna brot á meginásetingar í Grundlógini. Lex Tvind er stórsti skammplettur í søgu danska Fólkatingsins síðan Fríðrikur VII undirskrivaði Grundlógina 5. juni 1949.

Og hvussu hevur so hildnast føroyingum at umsita hesa megin donsku Grundlóg? Finnist javnbjóðis grelt dømi sum tað, ið hendi í 1999 í fólkatinginum?

Ja, tíverri kann staðfestast, at løgtingið hin 15. mars 2013 framdi júst somu skandalu sum fólkatingið í 1999, tá løgtingið legði seg út í ítøkiliga rættartvístøðu millum Innlendismálaráðið og Tvøroyrar kommunu og samtykti singulærlógina, ið var til frama fyri einstaka fyritøku, nemliga til at útvega byggiloyvi til P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Orrustan íkom, tí at Tvøroyrar kommuna hevði givið byggiloyvi til bygging av frystigoymslu og tess vegna eina uppfylling av kajhylinum, sum var í stríði við Býarskipanarlógina, tí økið ætlað bygging ikki var lagt út í góðkendari byggisamtykt. Úrslitið var, eftir at ein borgari hevði kært málið, at Kærustovnurin ógildaði byggiloyvið. Og so var, sum man sigur á Tvøroyri, Fanin leysur!

Borgarastjórin á Tvøroyri, ið eisini var løgtingslimur tá, leikaði í á tingsins røðarapalli við hóttanum um hundraðtals milliónir, ið vóru í vanda, um Varðin Pelagic ikki fekk byggiloyvið stundisliga. Landsstýrismaðurin lat seg hótta og legði fram lógaruppskot til broyting í Býarskipanarlógini, sum eins og Lex Tvind tók dómsvaldið av ræði, m.a. við at avtaka kærumøguleikan í sambandi við broyting í byggisamtyktum.

Mikil orrusta tók seg upp í løgtinginum. Løgfrøðingar ávaraðu løgtingslimir alment ímóti at atkvøða fyri lógaruppskotinum. Men hin 18. mars 2013 undirskrivaði løgmaður kunngerð til broyting í Býarskipanarlógini. Løgtingið og landsstýrið løgdu seg við hesum út í ítøkiliga rættartvístøðu og framdu tá brot á meginreglur í donsku Grundlógini.

Ein einstakur løgfrøðingur vildi tó ikki lata hetta grundlógarbrot um seg ganga. Tann virdi og viðurkendi, hóast ungan aldur, løgfrøðingurin, ið tíverri ikki er millum okkum longur, orðaði tá eitt skriv við áheitan at fáa sent til danskan advokat og umsókn um fría process, tí talan var um eitt sera álvarsligt og prinsipielt mál.

Hann skrivaði:

Påstanden kan være: at Lagmanden og Innlendismálaráðið anerkender, at lagtingslov om ændring af lagtingslov om byplaner er ugyldig som singulær lov og indblanding i konkret retstvist, brud på Grundloven §§ 3 og 63, Styrelseslovven 1 og 40, samt Lagtingets forretningsorden § 85.

Í 1849 fóru vit frá einaveldi og fingu fólkaræði. Men hin 13. mars 2013 mistu borgarar á Tvøroyri sína friðhalgan av ognarrætti, friðhalgan av persónligum rættindum at hava sámilig kor og at búleikast í liviligum korum. Hetta varð skúgvað til viks til frama fyri óavmarkað vinnufrælsi.

At ognir og bústaðir hjá tíggjutals familjum verða fyri vanbýti og óbrúkiligir til uppihald og at okra dagliga tilvera í býarumhvørvi við skúla, tænastum, heilsu- og sjúkrarøkt verður trælkað á grovasta hátt, viðkemur eftir øllum at døma ikki kommunustýri og enn minni landsstýri, ið hevur latið alt um seg ganga.

Frá Lex Tvind, ið varð ógildað í 1999, eigur løgtingið, landsstýrið og løgmaður tó at rokna við at fáa vitjan av hægstarættardómara, ið saman við ríkisumboði koma at ógilda stórsta skammplett í søgu løgtingsins, Lex Varðan § 6 stk. 6 og 7 í Býarskipanarlógini. Sambært Danmarks Riges Grundlov.

Góðan Grundlógardag!

Áhugafelagið Livilig Kor

Facebook viðmerkingar