Tann eina myndin um hvussu Sandoyartunnilin hevur vent gongdini í Sandoynni frá afturgongd til framgongd, meðan tað framvegis gongur afturá í Suðuroynni. Hinar myndirnar eru um landsbankastjóran, sum sigur, at landið ikki hevur ráð at gera Suðuroyartunnilin nú.
Tann eina myndin – um Sandoyartunnilin, sum hevur vent gongdini í Sandoynni – kann onkursvegna sigast útfordra hinar myndirnar og spyrja “hava okur ráð at lata verða við at gera Suðuroyartunnilin?”
Undirsjóvartunlar og fólkatal
Í september 2000 varð fyrsta skotið latið av í Vágatunlinum (koyrandi var í desember 2002). Tá búðu tað 2.635 fólk í Vágum. Síðani tá hevur fólkatalið í Vágum vaksið stútt og støðugt og nú búgva tað 3.448 fólk í Vágum, 813 fleiri enn fyri 24 árum síðani – ein vøkstur á yvir 30%.
Í desember 2003 varð fyrsta skotið latið av í Norðoyatunnilin (koyrandi var í apríl 2006). Tá búðu 5.974 fólk í Norðoyggjum. Síðani tá er fólkatalið í Norðoyggjum vaksið nógv og nú búgva tað 6.453 fólk í Norðoyggjum, 479 fleiri enn fyri 21 árum síðani – ein vøkstur á 8%.
Í 2018 varð fyrsta skotið latið av í Sandoyartunlinum (koyrandi var í desember 2023). Tá búðu tað 1.276 fólk í Sandoynni. Nú búgva 1.306 fólk í Sandoynni, 30 fleiri enn í 2018 – ein vøkstur á 2%.
Landsbankastjórin vil hava siglandi farleið til Suðuroynna. Í 2005 kom nýggi Smyril – ein alvorlig uppgradering í mun til gamla Smyril. Tá búðu 4.943 fólk í Suðuroynni. Nú búgva 4.555 fólk í Suðuroynni, 388 færri enn fyri 19 árum síðani – ein minking á 8%.
Gongdin er nokk so greið.
Undirsjóvartunlar hava eina beinleiðis positiva ávirkan á fólkatalið í økinum, tí við undirsjóvartunlum eru økini atknýtt øllum meginøkinum og teimum møguleikum tað gevur fyri fólk og vinnu. Fólkavøksturin í økjunum ávirkar eisini haldføri í hesum økjum, bæði tað fíggjarliga haldføri og tað sosiala haldføri.
Siglandi farleiðin um Suðuroyarfjørð hevur ikki havt somu ávirkan sum undirsjóvartunlarnar. Og fólkaminkingin í Suðuroynni ávirkar eisini fíggjarliga og sosiala haldføri, men skeiva vegin.
Ongin ivi er um, at Suðuroyartunnilin er ein íløga í framtíðina og í menning av samfelagnum sum heild – av Suðuroynni og øllum Føroyum, tí tá koyrandi er um 10 ár ella so, so eru 99% av føroyafólki bundið í eitt og sama veganet. Hvørjar møguleikar gevur hetta ikki fyri fólk og vinnu bæði í Suðuroynni og í øllum landinum sum heild.
Kost-nyttu og kunnu ikki gera aðrar íløgur
Ført hevur verið fram í dag og fríggjadagin, at ein kost-nyttu greining eigur at verða gjørd av siglandi farleið millum Sand og Hvalba – og har tað samstundis verður brúktur hægri ferðaseðla- og farmaprísir enn á verandi Suðuroyarleið. Kanska er tað eitt fínt “øvilsi” at gera eina kost-nyttu greining av heilt aðrari leið enn verandi siglandi Suðuroyarleið og við heilt øðrum prísum á ferðaseðlum og farmi. Men hví skal man frávelja at fyrihalda seg til, at Smyril siglir millum Krambatanga og Havnina og at ferðaseðla- og farmaprísurin er sum hann er?
Ført hevur eisini verið fram í dag og fríggjadagin, at verður farið undir Suðuroyartunnilin, so eru tað aðrar íløgur, sum ikki kunnu gerast. Ja, landsins íløgur eru á hvørjum ári avmarkaðar og tað vilja altíð verða íløgur, sum verða valdar framum aðrar. Í verandi fíggjarlógaruppskotið eru góðar 600 mió. kr. í íløgum, 100 mió. kr. fara til Suðuroyartunnilin, og góðar 500 mió. kr. fara til aðrar íløgur, tað er ikki onki.
Tey seinastu 4 árini hevur Landið brúkt væl omanfyri 1 milliard krónur uppá Tunlarnir Norður um Fjall, Fámjinstunnilin, Dalstunnilin, Eysturoyar- og Sandoyartunlar, innkomuvegin til Havnar og Fjøruvegin í Runavík – ella omanfyri 250 mió. kr. um árið til tunnilsverkætlanir. Hetta hevur ikki forða fyri øðrum íløgum, tí samstundis eru gjørdar ein røð av øðrum stórum íløgum, m.a. eru 5 nýggir stovnar undir Almannaverkinum latnir upp seinastu 2 árini og ikki minst eru 100tals mió. kr. brúktar uppá H-bygningin. So tað er ikki heilt rætt, at onki kann gerast, tá farið verður undir Suðuroyartunnilin.
Gott at okur skifta orð um Suðuroyartunnilin!
Suðuroyartunnilin er størsta verkætlan í Føroyum nakrantíð. Sjálvandi skulu okur skifta orð um linjuføring, um trygd, um fíggingarleist, um loysnir fyri vegaføringar og alt annað – og eisini um hvønn týdning undirsjóvartunlar hava havt og hvønn týdning Suðuroyartunnilin fær fyri Suðuroynna og fyri Føroyar. Men eg vildi ynskt, at støðið var eitt sindur hægri, enn tað hevur verið higartil – hóast fleiri góð íkast til orðaskiftið hava verið seinastu dagarnir.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar