Góðu Vágbingar,

Seinastu tíðina havi eg borið míni hjartamál fram. Um tit ynskja eina nýggja rødd í býráðnum, sum er klár at leggja alla orku í at skapa framgongd, so eri eg til reiðar. Mítt mál er at gera tað lættari at búsetast her, styrkja nýskapan og stimbra trivnaðin fyri øll í bygdini. Hetta kunnu vit gera við ítøkiligum átøkum, so sum at:

• Dagføra skúlan fyri at tryggja betri karmar og møguleikar fyri okkara børn og ungdóm.

• Betra um eldraøkið við tiltøkum, sum tryggja, at hond verður tikin um hvønn einstakan, og ongin situr eftir.

• Økja gjøgnumskygni í kommunala arbeiðinum, so øll hava innlit í, hvat verður gjørt og hví.

• Skipa eina framtíðarvisjón fyri Vág, sum kann venda fráflyting til tilflyting og ger bygdina til eitt attraktivt val fyri bæði ung og familjur.

• Tryggja fleiri bústaðarmøguleikar fyri núverandi og komandi ættarlið.

• Fyrireika eina skipaða ferðavinnu, ið bæði verjir okkara náttúru og skapar møguleikar fyri lokalu fyritøkurnar.

• Fríðka um bygdina og skapa bestu umstøður, sum vit øll kunnu vera errin av. Eg vil arbeiða fyri framburði, stuðla vinnulívinum og tryggja, at Vágur ikki bert fylgir við tíðini, men gongur á odda. Tað krevur dirvi, eldhuga og nýhugsan – og eg eri til reiðar.

Gott val til øll!

Facebook viðmerkingar