Trivnaður og fólkavøkstur í Vági

Eg sigi sum er, tað er longu bjartskygdari at vera vágbingur og suðuroyingur eftir tíðindi fríggjadagin 8. novembur, har tað var semja í Løgtinginum um at arbeiða við at gera ein tunnil til Suðuroynna. Hetta er fantastiskt og fer at broyta okkara framtíð.

Tað hevur verið nógv kjakast um spurningin, hvat skal til fyri at fólk ynskja at flyta aftur til Suðuroynna?

Ongin ivi er um, at okur beint nú hava nakað, sum ikki er til aðrastaðni. Bílig hús.
Tað ber til at seta búgv í egnum húsum fyri ein lutfalsliga bíligan penga, samanborið við restina av landinum.
Tá tunnulin er komin, ber nemliga til at seta búgv í Vági og arbeiða runt alt Føroya land. Tað fer at skapa fantastiskar møguleikar og verður tað ein framtíð, sum okur bara kunnu gleða okum til.

Tí skulu okur longu nú byrja at fyrireika okum og tilrættisleggja m.a. útstykkingar, tí 10 ár ganga skjótt og tað skal longu nú gerast lætt og áhugavert at flyta til Vágs.

Arbeiðast skal fyri, at Vágur verður eitt áhugavert stað at flyta til og seta búgv. Okur skulu  síggja møguleikar heldur enn forðingar, tá um ræður at skapa trivnað og skipa góðar tænastur og tiltøk, sum beinleiðis gera tað, at fólk velja Vág til.

Nakað, sum m.a ger, at fólk velja Vág til, tá tey skulu finna sær bústað, er m.a.
– Bústaðarmøguleikar
– Arbeiðsmøguleikar
– Góðir dagstovnar, skúla, frítíðartilboð
– Gott felagslív og samanhald
– Góð heilsutænasta
– Vinnu og handilslív

Tað er tí umráðandi at gera eina skilagóða visión og raðfesting næstu árini, har okur fyrireika okum  væl til at taka ímóti og eggja fólki at flyta til okra bygd.
Okur hava longu nógv av tí, sum fólk ynskja sær, tá tey skulu seta búgv, har ímillum góðir stovnar og góðan skúla. Eisini hava okur fleiri ymiskar valmøguleikar, tá umræður frítíðarvirksemi. Okur hava eitt gott felagslív, har okkurt er til øll.
Okur hava fríøkir/grøn økir runt um í bygdini, sum leggja upp til at samlast og ikki minst, hvussu lætt atkomuligt tað er til nátturuvøkur støð í haga og fjøllum rundan um okum.

Felagsskapur, nýskapan og vøkstur.

Jónleyg Olivia Finnsdóttir, valevnið á lista E.

Facebook viðmerkingar