17 kvinnur og 24 menn í nývaldu kommunustýrunum í Suðuroynni

Í Porkeris kommunu varð Teresa Heradóttir Silvurdal fyrst vald.

Nú nýggju kommunustýrini í Suðuroynni eru vald er eisini greitt, at kvinnur verða umboðaðar í øllum kommunustýrum í oynni. Í løtuni eru kvinnur í øllum kommunustýrunum uttan í Fámjins kommunu.

Javnari kynsbýtið

Í sitandi kommunustýrum í Suðuroynni eru tað tilsamans 39 kommunustýrislimir, 14 menn og 25 kvinnur. Eftir ársskiftið verða tað tó 41 kommunustýrislimir í Suðuroynni, tí tað fólkatalið í Hovskommunu er aftur omanfyri 100 fólk og tað av somu orsøk vórðu valdir 5 kommunustýrislimir á kommunuvalinum.

Av teimum 41 nývaldu kommunustýrislimunum eru tað 17 kvinnur og 24 menn, tvs. 41,5% av kommunustýrislimunum eru kvinnur. Í løtuni eru 35,9% av kommunustýrislimunum í Suðuroynni kvinnur.

Tal av kvinnum og einstøku kommunustýrini

Í trimum kommunum eru kvinnurnar í meiriluta. Í Sumbiar kommunu eru 3 kvinnur og 2 menn. Hetta er eisini støðan í Porkeris kommunu, har Teresa Heradóttir Silvurdal, sum stillaði upp á fyrsta sinni, varð fyrst vald.

Í Hovs kommunu eru eisini valdar 3 kvinnur og 2 menn, til seinast kommunuval var 1 kvinna vald í Hovs kommunu, men tá vóru tað 3 kommunustýrislimir og ikki 5, sum tað verða eftir ársskiftið.

Í Vágs kommunu verða tað í nýggja kommunustýrinum eisini 3 kvinnur og 6 menn, eins og tað eru í dag.

Í Tvøroyrar kommunu minkar talið av kvinnum úr 4 í dag niður í 3 kvinnur í nývalda kommunustýrinum, sum telur 7 kommunustýrislimir. Somu viðurskifti eru galdandi í Hvalbiar kommunu, har tað í løtuni eru 2 kvinnur, eru tað í nývalda kommunustýrinum 1 kvinnu og 6 menn.

Facebook viðmerkingar