Eg eri sera fegin um, at samgongan stendur saman um nakrar heilt avgerandi íløgur fyri, sum leggja lunnar undir menning í Suðuroynni.
Gongdin í Suðuroynni hevur í áratíggju verið skeiva vegin. Orsøkin er sum so einføld. Ung í Suðuroynni velja, eins og ung í øllum landinum, eftir fólkaskúla at fara undir førleikagevandi útbúgvingar. Tey flestu fara umvegis miðnámsskúla á hægri lestur – og tá gongur leiðin í flest øllum førum úr oynni til Havnar ella av landinum.
-Og tá Suðuroyggin ikki er partur av tí samlaða føroyska arbeiðsmarknaðinum – tí okur eru avmarkað við einari sjóvegis farleið til meginøkið – so er tað meiri enn trupult at flyta aftur til Suðuroynna og røkja eitt starv í t.d. miðstaðarøkinum, tí størvini eru ikki tøk í Suðuroynni.
Fyrst í 2000árunum var tiltak í Øravík, har høvuðsevnið var demografisku avbjóðingarnar í Suðuroynni – og síðani hava fleiri slík tiltøk verið. Forsøgnin var longu tá døpur við stagnerandi fólkatali.
Síðani hava okur sæð eina gongd í Suðuroynni við minkandi fólkatali – eina skeikling í aldurs- og kynssamansetingini – færri ung, færri kvinnur, og fleiri eldri – og ikki minst hava okur nú havt eitt 8 ára skeið, har talið av børnum, sum verða fødd í Suðuroynni hevur ligið lágt, rundan um 40 børn um árið.
Fara okur 35 ár aftur í tíðina, vóru tað í 1990 fødd 105 børn í Suðuroynni – í ár verður kanska nakað minni, tí 17 børn vóru fødd fyrra hálvár í ár.
Gongdin er og hevur verið alarmerandi í fleiri ár – og Suðuroyggin stríðist longu við haldsføris avbjóðingum.
Høvdu okur valt onki at gera, so høvdu okur gingið einari tíð á møti, har tað høvdu verið stórir trupulleikar í øllum barna- og ungdómsøkinum í Suðuroynni við ávirkan á dagstovnaøkið, á fólkaskúlar og á øll frítíðar- og ítróttarítriv í Suðuroynni – og síðan á alla Suðuroynna.
Men í felag hava okur valt at taka ábyrgd av støðuni.
Og eri eg sera fegin um, at samgongan – og eg vænti at løgtingið alt fer at taka undir við hesum – hevur sett ferð á, at fast samband verður gjørt um Suðuroyarfjørð, soleiðis at Suðuroyggin um 9-10 ár verður knýtt í vegasambandið í meginøkinum.
Hetta er ein neyðug íløga og ein íløga, sum fer at birta vón um bjarta framtíð – eisini í Suðuroynni.
-Við fíggjarlógini fyri 2025 verður verulig ferð sett á, og eru 100 mió. kr. settar av til PF Suðuroyartunnilin. Fyri Suðuroynna og fyri allar Føroyar er hetta ein stór og týðandi íløga í framtíðina – og eisini ein góð íløga fyri landsbúskapin.
Í næstum verður øll verkætlanin um Suðuroyartunnilin løgd fram alment – herundir við arbeiðs- og tíðarætlan og við fíggingarleisti.
Tryggjað sjóvegis farleiðina um Suðuroyarfjørð
Inntil Suðuroyartunnilin er liðugur, verður sambandið um Suðuroyarfjørð framvegis ein sjóvegis farleið – ein farleið, sum í dag verður røkt av Smyrli, sum komandi ár verður 20 ár. Strandfaraskip Landsins hevur víst á, at tað er neyðugt at gera íløgur í Smyril fyri at tryggja, at Smyril væl kann røkja leiðina inntil Suðuroyartunnilin er liðugur.
Við eykajáttanini, sum fór niðan í Løgtingið í farnu viku og við fíggjarlógini fyri 2025, er játtan sett av til innkeyp og ísetan av síðuskrúvum, sum verða settar í, tá Smyril bæði skal í dokk og til 20 ára klassingar komandi heyst.
Við eykajáttanini í ár verða tað sostatt tilsamans settar 118,5 mió. kr. av til dokkingina av Smyrli – og eri eg takksamur fyri, at samgongan hevur staðið saman um at seta av tað játtan, sum Strandferðslan hevur mett er neyðug at brúka uppá Smyril komandi heyst.
Tað er ikki til hvørja dokking av Smyrli, at Strandferðslan fer tað játtan, hon biður um til dokkingina.
So okur vísa í verki, at okur standa saman um Suðuroyartunnilin og Suðuroyarleiðina
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar