Alivinnan er týðandi vinna í Føroyum, og framleiðslan verður seld um allan heim. Hesa støðu vilja vit varðveita, og tað hevur tí alstóran týdning, at vit støðugt leggja okkum eftir at ala so skynsamt sum til ber og at ansa eftir, at ávirkanin á umhvørvi, djóralív og vistskipanir í sjónum er so avmarkað sum til ber. Sum part av hesum máli verður farið undir at kanna, um alingin eitt nú hevur ávirkan á upsastovnin.
Harumframt verður raðfest ein verkætlan hjá Føroya Sílaveiðufelag, sum snýr seg um at betra um umstøðurnar hjá felagnum at seta út fisk í føroysku áunum.
Facebook viðmerkingar