Góðu tit øll


Eftir áheitan frá lista E, havi eg gjørt av at stilla upp til kommunuvalið í Vági 2024.

Eg havi roynt hetta fyrr og lítið restaði í at vera valdur 2020, men eg havi verið inni sum eykalimur á listanum, tá ið tað hevur verið tørvur fyri tí. Eg brenni meira enn nakrantíð fyri at gera mun og skapa álit á eina kommunu, har allir okkara borgarar skulu fáa eins viðferð til at liva, búgva og virka, eins vinnulív og mentan skulu raðfestast.

Eina visjón fyri framtíðina er neyðug fyri Vágs Kommunu;

Suðuroyggin stendur fyri einari sera stórari og jagligari avbjóðing; at fáa vegakervi knýtt saman við restini av landinum. Hetta er at fegnast um fyri okkum suðuroyingar.

Vit mugu hyggja fýra ár fram – ja, ella rættarti sagt, enn longur fram. Tí er tað umráðandi, at vit gera okkum tilreiðar til eina slíka broyting, sum stendur okkum í møti. At verða klár til at taka ímóti teimum, ið hava planir um at flyta til Suðuroynna ella heim aftur til Vágs til kendar og tryggar gøtur. Men alt hetta krevur framtíðar planlegging

Hetta vera millum annað mál eg fari at arbeiða fyri tey næstur fýra árini, um til vilja seta tykkara álit á meg.
o Vágur skal verða eitt gott og stað at búleikast í
o Nýggj útstykkjan av grundstykkjum
o Áhaldandi fríðka um og dagføra í kommununi
o Ein tiltrongd dagføran av Vágs Skúla uttan og innan
o Havnalagið skal dagførast og nútímast gerast
o Byggjan av eldra íbúðum við Hamragarð
o Hjálpa, vegleiða og skapa bestu karmar til vinnulívið, sum her er
o Skapa politiskt álit

Rógvi Kærbech

Valevni á Lista E

Facebook viðmerkingar