Eyka skip at tryggja Suðuroyarleiðina og sigla til Skotlands

Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hovi leygardagin var Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins gestarøðari – og greiddi Strandferðslustjórin frá spennandi ætlan um taka uppaftur sigling millum Suðuroy og Skotland.

Bakgrundin fyri hesari ætlan er, at SSL í dag ikki hevur eitt fast avloysaraskip fyri Smyril, tá Smyril er í dokk. -Og Smyril skal í dokk 2. hvørt ár og um nøkur ár skal Smyril í dokk á hvørjum ári. Hilmar Eliasen greiddi frá, at SSL brúkar ómetaliga nógva tíð uppá at finna avloysaraskip – og tað ikki er lætt at finna avloysaraskip.

Strandferðslustjórin greiddi frá, at eitt avloysaraskip er ein neyðugur liður í váðastýringini hjá SSL, soleiðis at eitt skip er tøkt, bæði tá Smyril skal í dokk og um Smyril skuldi fingið eitt havarí.

Hilmar Eliasen greiddi eisini frá, at tá so eitt avloysaraskip var tøkt, so gav tað góða meining, at hetta skipið fór at sigla til Skotlands við ferðafólki og farmi.

Facebook viðmerkingar