Tvøroyrar kommuna skal hava nýggjan leiðara til Kunningarstovuna

UM STARVIР

Kunningarstovan hevur ein týðandi leiklut at menna og upplýsa um ferðavinnumøguleikar í Tvøroyrar kommunu. 

Kunningarstovan skal tí vera í tøttum sambandi við ferðavinnuaktørar, mentanar-, handils- og vinnulívið á staðnum, og skal megna at síggja og vísa á marknaðarmøguleikar, seta dagsskrá fyri økið, kveikja og menna verandi og nýggjar møguleikar fyri ferðavinnu. 

Nýggi leiðarin fær møguleikan at seta sín dám á og hava ávirkan á ferðavinnumenningina í økinum. Ferðavinnan er í stórum vøkstri, her er tí eisini ein serstakur møguleiki at vera við til at byggja eina spennandi vinnu upp og seta Tvøroyri á altjóða ferðavinnukortið. 

Sum natúrligt snúningspunkt fyri virksemi í kommununi, skal Kunningarstovan støðugt fylgja við í, hvat er at uppliva og njóta, og leiðarin skal duga at síggja nýggjar møguleikar at menna, og á ymiskum miðlum upplýsa um hetta og gera kommununa sjónliga. 

Ein partur av virkseminum hjá Kunningarstovuni er at samskipa tiltøk fyri kommununa, til dømis mentanarnáttina og jólatiltøk.  

FØRLEIKAKRØV 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.Vit krevja viðkomandi útbúgving og royndir við ferðavinnu og ferðavinnumenning, og at leiðarin hevur góð evni at samskifta og at fáa boðskapin fram í viðkomandi miðlum. 

Vit ynskja okkum ein leiðara, sum dugir at arbeiða strategiskt og halda framlítandi fokus, og sum hevur sjoneykuna á ferðavinnumenning og  og samstundis virkar við fíggjarligum skili og effektivari nýtslu av tilfeingi.  

SETANARVIÐURSKIFTI 

Leiðarin fyri Kunningarstovuna vísir til kommunustjóran.

Starvið er fulla tíð. Starvstíðin byrjar skjótast til ber. 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag, so sum Akademikarafelag Føroya ella Starvsmannafelagið.  

UMSÓKN 

Umsóknir til starvið skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi 16. mai 2019 kl. 12.00. 

Umsóknir við CV og viðkomandi prógvum skulu sendast til teldupostadressu: commit@commit.fo , Viðmerk: “Leiðari fyri kunningarstovuna” á umsóknina.  

SAMBAND OG UPPLÝSINGAR 

Í starvs­  og persónsprofili á heimasíðuni www.tvk.fo stendur meira um førleikakrøv, ábyrgdir í starvinum og setanartilgongd. 

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jónleyg J. Bech, kommunustjóra, á tlf. 286885 ella CommIT á tlf 285010 ella umvegis teldupostadressu: commit@commit.fo

Facebook viðmerkingar