Danskur verjuleikari til Suðuroyingar

Suðuroyingar boða í kvøld frá, at teir hava gjørt sáttmála við danska miðverjuleikaran Dennis Nielsen.

Dennis Nielsen er 26 ára gamal og hevur seinastu fýra árini verið ein av berandi kreftunum í verjuni hjá Egersund í norsku 2. deild. Áðrenn hetta spældi Dennis Nielsen við íslendska felagnum Bolungarvík.

Dennis Nielsen kemur til Suðuroyar fyrst í januar mánað, sigur Julius Vest Joensen.

 

Facebook viðmerkingar