Arnfinnur Bjarkhamar:
Eins og vágbingar á sinni heittu á Tofta Regin at berjast fyri seg fyri at vinna okkum hagamarkið suðureftir og Lopranshólm, so heittu teir fleiri ár seinni aftur á ein sterkan mann, ein bóndason úr Toftum, tá ið rættindi at fiska kúving á Vágsfirði skuldi vinnast.
Til agn nýttu hetlendingar kúving, og teir lógu oftani inni á Vágsfirði og fiskaðu. Hetta vóru vágbingar ikki so glaðir fyri. Tann rættin áttu vágbingar sjálvir, hildu teir. Eitt sindur av peningi gav tað eisini at fiska kúving til fremmandu fiskiskipini, sum komu inn at keypa kúving. Um hetta mundi átti vágbingar einki skip, fyrsta kom ikki fyrrenn í 1884, ið var langbummarin “Karin”. Sluppin Vágbingur kom í 1892 og Johanna í 1894. Síðani fyltust fjørðurin av sluppum, skonnartum, sildabátum og deksbátum.
Venda vit okkum aftur til langbummarin “Karina”, so er ein lítil søga um seinasta túrin hjá hesum skipi. Í 1892 fór langbummarin “Karin” av Vági til fiskarí á Føroya Banka. Teir noyddist inn á Vestmanna við sjúkum manni. Maðurin doyði stutt eftir. Eftir at hava verið á Vestmanna hvørvur “Karin”. Í Vági hevði eingin frætt, at sjúkur maður var farin í land í Vestmanna. Tí var hildið, at øll manningin var sjólátin. Men seinni komu boð suður, at Magnus Jacob Jacobsen, av Oyri í Vág, ein av manningini á “Karini”, lá grivin í Vestmanna.
Nógv ár seinni setti familjan ein minnisstein á grøvina. Farið var inn í Langadalar eftir einum steini, hesin var so fingin umborð á antin Mercur ella deksbátin Leif og førdur norður til Vestmanna. Soleiðis fekk Magnus Jacob Jacobsen ein minnisstein, meðan skipsfelagar hansara fingu váta grøv. Eftir Magnus sat einkja við 7 børnum, har tað elsta var 11 ár.
Men aftur til bardagan um rættin at fiska kúving á Vágfirði.
Hetta, sum her skal sigast frá er farið fram eftir 1870, tí Jákup Dahl, Gamli á Gørðunum nevndur, var farin at handla tá. Avgjørt var partanna millum, at ósemjan skuldi avgerast við glíming ella brókatøkum. Tann parturin, sum vann, skuldi hava rættin at fiska kúving. Hetlendingar settu ein stóran og sterkan mann, sum teir nevndu Langi John og vágbingar settu Poul Johan við Ósagarð, ein bóndason úr Toftum, við eyknavninum Friðurin. Hann var ikki stórur maður á vøkstri, men tiltikin sterkur og fimur.
Áðrenn bardagan fór Friðurin inn í krambúðina hjá Gamla á Gørðunum at smakka sær á, hann vildi styrkja seg áðrenn bardagan. Jákup vildi í fyrstu syftu ikki geva honum, men Friðurin stóð við sítt, at fyrst skuldi hann hava upp í steypið, áðrenn hann fór at takast við hetlendingin. So var. Væl til passar fór Friðurin út aftur úr krambúðini, og tað var skjótt, at hann og hetlendingurin vórðu áfastir. Tey flestu hildu, at Langi John fór at vinna, tí hann var tann væl størri maðurin. Men Friðurin var so kvikur, at hann leyp inn undir beinini á hetlendinginum og feldi hann. Har var einki at gera, hann var við undirlutan. Poul Johan hevði vunnið, og so varð avgjørt, at vágbingar áttu rættin at fiska kúving á Vágsfirði. Soleiðis sigur søgan.
Her við Ósagarð búði Poul Johan og í býlinginum longri vesturi, við Kráir, var Jógvan á Mýri føddur. Her stendur eisini Tofta Regin, kanska tann sterkasti av øllum.
Poul Johan, ella Poul Johan Jacobsen, ið búði við Ósagarð, varð altíð nevndur Friðurin. Hann var giftur við Kristinu Jacobsdóttir úr Hvalba. Friðurin var føddur í Toftum í 1827, sonur Jacob Jacobsen, ið var sonur Rádna bónda. Rádni bóndi var sostatt abbi Poul Johan við Ósagarð.
Ein steinur lá í Toftum, sum Friðurin skuldi hava borið niðan úr mølini. Einaferð steinurin skuldi flytast, mátti tveir mans til at gera tað. Tíverri er steinurin burtur í dag.
Hellurnar á Mýri
Eitt annað dømi um sterkar menn eru báðar hellurnar, ið liggja vesturi á Mýri. Søgnin sigur, at hesar báðar hellurnar hevur Jógvan á Mýri borið norðan úr haga. Jógvan á Mýri, Jógvan Thomassen, var føddur við Kráir 1799 og var giftir við Biritu, dóttir Rádna bónda. Tey bygdu húsini á Mýri 1825.
Eftir aldarskifti fiskaðu bert tvær hetlands-sluppur undir Føroyum. Tann eina var “William Martin” og hin “Buttercup”. Tey seinastu árini hesar báðar sluppir sigldu út frá Hetlandi, vóru bæði skipari og manning føroysk. Seinasta árið var 1908. Og sum so nógvar hetlandssluppir frammanundan, endaðu bæði “William Martin” og “Buttercup” í Føroyum.
.
Facebook viðmerkingar