Birgir Jørgensen og Eyðtór Joensen vunnu 2. umfar í sjavs

2. umfar í sjavskappingini hjá FC Suðuroy var í VB-húsinum tórskvøldið í farnu viku. Vinnarar av kappingini vóru Birgir Jørgensen og Eyðtór Joensen.

Úrslitið av kappingini var hetta:

Nr. 1. Birgir Jørgensen og Eyðtór Joensen, 4 stig hvør

Nr. 2. Jákup Joensen og Poul Erik Jacobsen, 3 stig hvør

Nr. 3. Dan Nielsen og Jens Johannesen, 2 stig hvør

Nr. 4. Birgir Skorðastein og Egon Jacobsen, 1 stig hvør.

16 pør vóru til hetta 2. umfarið í sjavskappingini í 2018.

 

Birgir Jørgensen á odda í sjavskappingini

Eftir tey fyrstu tvey umførini í sjavskappingini í 2018 er Birgir Jørgensen á odda við 6 stigum. Birgir gjørdist nr. 3 í 1. umfari í sjavskappingini og vann saman við Eyðtór Joensen 2. umfar.

Fýra spælarar hava 4 stig – meiri sæst um hetta í støðuni í sjavskappingini her.

Facebook viðmerkingar