Hvistan á Tvøroyri í dag

Nú verður roynt at fáa gongd aftur á, regluligu venjingarnar hjá Hvistuni á Tvøroyri.

Seinnpartin ídag, millum 16.45 og 17.30 verður Hvistan virkin við Stórá, har fyrst verður boðið til kaffi, og síðani verður fari út at røra seg við einum gongutúri ella rennitúri, á vøllinum ella niðan við til viðarlundina. 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og verður tað í dag Finn Johannessen, ið kemur at kveikja undir tey íðkandi.

Síggjast í Ítróttarhúsinum við Stórá, kl. 16.45 ídag.

Hvistan

Facebook viðmerkingar