Dánjal Godtfred til EB/Streym

Í kvøld hevur EB/Streymur undirskrivað sáttmála við 25 ára gamla Dánjal Godtfred. Dánjal hevur farnu tvey árini verið liðskipari hjá TB. Dánjal hevur leikt 144 dystir í bestu deildini, umframt 72 dystir í 1. Deild og 16 dystir í steypakappingini. Øll árini hevur hann leikt við suðuroyaliðunum, TB og FC Suðuroy. Umframt tað hevur hann umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum.

Men komandi kappingarár fer Dánjal Godtfred at spæla við EB/Streymi.

Facebook viðmerkingar