Jákup og Gudmund vunnu 38. umfar í sjavs

Tórsdagin 2. des. var 38 umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Hetta var 3. seinasta umfar í kappingini.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 4 stig hvør

Nr. 2. Sigmund Andreassen og Thomar Hermansen, 3 stig hvør

Nr. 3. Magni Augustinussen og John Nilssen, 2 stig hvør

Nr. 4. Harry Benjaminsen og Páll Lervig, 1 stig hvør.

Komandi tórskvøld, 9. des., verður aftur spælt. Sera stórur spenningur er í kappingini undan teim seinastu umførunum.

Kappingin er ímillum 6 sjavsarar, sum kunna vinna og eisini liggja ímillum 4 teir bestu sjavsarar, tá kappingin endar 16. des.

Komandi tórskvøld verða eisini størri vinningar á lutaseðlum enn vanligt. Tekningarlisti liggur eisini frammi tórskvøldið til at tekna seg til síðstu kapping, tí tá verður ókeypis smyrjibreyð, Omaná rís a la mande, kaffi, smákakur og karamellir. Eisini verða 3 mandilgávur latnar.

Øll, sum hava luttikið í seinnu hálvu av sjavskappingini í 2021, eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar