Magni Augustinussen fremstur áðrenn seinasta umfar

Tórsdagin 9. des. var næstseinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Og hetta umfarið vunnu Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Magni Augustinussen og John Nilssen, 3 stig hvør
Nr. 3. Helgi Bech og Petur Midjord, 2 stig hvør
Nr. 4. Jákup Lisberg og Elna Poulsen, 1 stig hvør

Nú bara eitt umfar er eftir í sjavskappingini er stórur spenningur í oddinum. Magni Augustinussen er á odda við 47 stigum, Jákup Joensen hevur 46 stig á 2. plássi, meðan Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson hava 45 stig á 3. plássi.

Fulla yvirlitið yvir støðuna finnur tú her.

Seinasta umfar í sjavskappingini í 2021 verður nú tórskvøldið, 16. des. kl. 18.30. Spælt verður vestur í VB-húsinum og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar