Tórskvøldið varð 40. og seinasta umfar í sjavskappingini í 2021 spælt í VB-húsinum. Og stórur spenningur var undan seinasta umfari, tí tað var sera javnt í oddinum.
Tá samanumkom blivu tað tríggir vinnarar av sjavskappingini í 2021, tí teir tríggir Magni Augustinussen, Egil Steintórsson og Hans Jacob Bech endaðu allir við 47 stogum. Nr. 2 gjørdist Jákup Joensen við 46 tigum, meðan Gudmund Poulsen bleiv nr 3 við 43 stigum og Páll Lervig nr. 4 við 42 stigum.
Úrslitið av 40. umfari gjørdist hetta:
Nr. 1. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Óli Olsen og Benny Vang, 3 stig hvør
Nr. 3. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Niels Petur Jacobsen og Poul Erik Jacobsen, 1 stig hvør
Endaliga støðan í sjavskappingini er her.
Suðuroyar Sjavsfelag vil takka øllum sum hava verið til sjavskapping í ár. Páll Lervig takkar vegna nevndina í Sjavsfelagnum fyri gott samstarv: -Eg vil takka øllum stuðlum, sum hava stuðlað felagnum so væl við vinningum til kappingarnar ígjøgnum árið 2021. -Eg vil takka kommunum í oynni sum hava hjálpt okkum við leiguni, so tað kundi verða ein møguleiki at brúka VB-húsið ígjøgnum alt árið. Eg vil eisini takka Suðuroyarportalin fyri at skriva um kappingarnar, hvør hevur vunnið hvørja ferð og hvat stig í øll hava fingið. Nakrir norðingar hava spælt sjavs við okkum, tí teir hava arbeitt her suðuri við asfalti. Teimum vil eg eisini takka. Tað hevur gjørt mun, tí vit eru ikki so nógv sum spæla. Takk fyri tað.
Suðuroyar Sjavsfelag vil ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár. Meiningin er at byrja aftur tórskvøldið 6. jan. 2022 kl. 18.30. Lýst verður nærri fyrst í komandi ári.
Facebook viðmerkingar