NePtuN yrkti í samband við 125 ára føðingardagin hjá D. J. Vilhelm.
Tvinnir føðingardagar
Lag: Gomul minnir.
Øldin hálvonnur, og meira enn tað,
runnin í tíðarhavið
frá tí, at sáað í Vági varð fræ,
sum gjørdist mikið í vavi.
Jákup í Lopra var sámaður tann,
ið setti spíran, sum stóran seg rann,
vilji og nærlagni myndaðu hann –
nú er alt bara minnir.
Snekkjan tann fyrsta, sum felagið fekk,
tað var Johanna hin kenda,
árini runnu og skjótari gekk,
før her á firðinum lenda.
Sum tíðin hon gekk, gjørdist virksemið meir,
og fram við fjørðinum virkini fleir,
hetta var kollvelting, so tað forsló –
rík eru gomul minnir.
Av hesum virkjum, sum fram komu tá –
hundrað og tjúgufimm rundar,
var D.J.Vilhelm , sum vestari lá,
tí bjóðar Alex til fundar.
Við skipum og handli var virksemi har,
“Fremad” var tann, sum berømtastur var,
tá hann í mølini fór upp í royk –
skemtilig, gomul minnir.
Øll hesi virkini førdu til tað,
bygdin hon nørdist í hvørjum,
fólkið tað streymaði til hendan stað,
mest sum úr øllum Føroyum.
Hjá kvinnum og monnum var nokk fyri hond,
knýtt vórðu vina- og kærleikans bond,
menn gjørdu klárt til ein Suðurlandstúr –
kvinnur á fiskaplássum.
Tíðirnar skifta og alt skiftir við,
sluppin nú søga man vera ,
teir, sum her slóðaðu, hvíla við frið,
takk okur skulu teim’ bera.
Tað kostaði sveitta, tað kostaði tár,
so vóru korini ár eftir ár,
vónin og viljin gav verkinum mátt –
alt hetta okum til góða.
Høvdu nú Vilhelm og Dahl vita tað,
Gud viti, hvat teir so søgdu,
virkini løgd eru saman í dag,
grundarstein til tey teir løgdu.
Teir skilt høvdu neyvan, hví hetta var so,
at tíðarandin ber øðrvísi boð.
Ivaleyst høvdu teir ynskt blíðan byr –
okur tað sama gera.
NePtuN (2022)
Facebook viðmerkingar