Frásagnir frá gomlum útróðrarmanni, sum Sofus Pedersen, sáli, skrivaði og varð prentað í Varðanum bd. 40 s. 97 1971
Føroyingar hava altíð livað eitt harðbalið lív bæði á land og sjógv. Mangur harður og dapur leikur er farin fram í bardaga við ta miklu megi, ið náttúran goymir. Vit, sum hava haft ta eydnu at uppliva og vera við í teirri tíðini, tá hvørki okkara skip ella bátar høvdu motor, kunnu siga frá mongum hendingum, ið fram eru farnar, hvar lítlar vónir hava verið um at bjarga lívinum. Altíð hevur tað víst seg, at tað er ein, ið hevur vald yvir ódnunum. Mangar av hesum hendingum eru festar á blað, aðrar eru farnar í grøvina við lítillátaðum monnum, ið ikki hava lagt í at siga frá, men hildu at soleiðis er gongdin í lívinum, ti lívið er ein bardagi.
Enn munnu vera søgur um slíkt ymsa staðni og eiga tær at bjargast, áðrenn ovseint er.
Eg stakk nú ein dagin inn á gólvið hjá Dánial Jacob Vilhelm, vanliga nevndur Dánial Jacob við Misá og bað hann siga mær frá onkrum merkis útróðradegi. Dánial Jacob er nú brátt 89 ár, men sær út sum unglingi, lættur og fimur í gongd. Hann hevur verið ein avbera raskur útróðramaður, og skal hann nú siga frá nøkrum av sínum vandadøgum á sjónum. Av teimurn, ið við vóru henda fyrsta dagin, sum greitt verður frá, eru bert hann og Johannes Dahl, Hassi vit rópa, eftir á lívi.
Dánial Jacob sigur soleiðis frá:
Hin 11. januar 1918 var gott veður um morgunin av landnyrðingi, ið er ein av bestu ættum vestan fyri. Tað fóru bert 6 bátar út av Vágs Eiði henda morgun, tí tað var vána kyrra.
Dagin fyri vóru 12 bátar úti av Eiðinum.
Menninir, ið vóru við mær henda đagin, vóru Johannes Dahl (Hassi), Hendrik Jacobsen, Hanus Poulsen, Dánial Pauli Toftum, Jákup Toftum og eg sjálvur. Av hesum monnunum eru bert Johannes Dahl og eg á lívi.
Av tí at seint var farið frá landi og vána kyrra var, fóru okur ikki langt út, men allir settust á rákaleið.
Um 2 tíðina um dagin brast hann á við kavaroki og stormi av landnyrðingi. Okur náddu upp undir land sunnanfyri Vágseiði um 4 tíðina, og vóru okur síðsti bátur. Ikki var tráður turrur á kroppinum av sjórokinum. Tá nýttu okur ikki styvlar, sum nú á døgum, men oljustyvlar og skølingar. Okur máttu stoyta sjógvin úr oljustyvlunum, tá ið okur komu undir land. Nú var myrkrið komið, og kavarokið og stormurin versnaðu. so ringt var at taka avgerð um, hvat gerast skuldi. Eingin segði nakað, men eg hugsaði, at okur skuldu bíða, kanska tað fór at slota í, men veðrið helt á og versnaði. Einaferð royndu okur at halda á vestur um tangan móti Eiðinum, men av tí, at streymurin fór í ættina, bleiv sjógvur- in so ringur, at vónleyst var at halda fram. Nú var einki at gera uttan at geva seg til tols at biða til dagur kom. Glaðurnar vóru so frekar, at var báturin tómur, hevði hann farið fleiri ferðir runt, men okur høvdu 4 centnarar av fiski í honum, og tað gjørdi hann so fastan í sjónum, at tað bilti ikki.
Fyri ikki at stirðna í hel róðu okur eitt sinđur aftur og fram, so hitin bleiv í kroppinum, men náttin var ógvulíga beisk. Klokkan 1 um náttina reiv so mikið í, at okur sóu land. Okur høvdu tá flotið í 9 tímar, men kavarokið helt á. Okur løgdu so á at rógva kl. 1 og komu á Múlagjógv kl. 2 um náttina.
Fiskin fingu okur upp á land, men bátin vóru okur ikki førir fyri at fáa upp, so illa teipaðir vóru okur.
Okur bundu hann í skutfestina í ein lunn, og har hekk hann so til dagin eftir uttan at verða skaddur, tí tað bleiv deyðakyrt.
Av tí, at streymurin var harður, flotnaði fiskurin út aftur, tí háflóð varð kl. 5 um morgunin.
Nú var at royna at fara til gongu heim úr Múlagjógv, men tað var ikki gamansleikur, tí fannarkavi var lagstur og alt var javnstrokið. Tvær stórar gjáir eru at koma um, og vóru tær á tremur, og var tað við neyð og deyð, at okur strevaðu heim. Tá ið okur vóru komnir upp á Eiðið, stóð Jørgun Danielsen (Havna Jørgun) har. Hann helt, at hann sá okkum í hamferð og gav seg aftur eftir hæli inn í eitt neyst, men so hoyrdi hann okkum tosa, tá kom hann til okkum. Allir hinir bátarnir vóru longu komnir í øllum góðum á land.
Menn høvdu gingið alla náttina vestur á Eiðið at hyggja eftir okkum, tí eingin væntaði at síggja okkum aftur aftaná slíka ódnarnátt. Summir av teimum, ið gingu vestur á Eiðið, viltust út á Vatnið og aðrir niðan í bøin, so svart var kavarokið. Teir noyddust so at hava bond ímillum sín fyri ikki at villast útav.
Okur fjakkaðu heim til hús í fylgi við Jørguni, men tá var øll megi úti. Sjálvur kann eg siga fyri meg, at eg kendi ongan, tá ið eg kom inn, og var tá lítið eftir, at lívstráðurin ikki var kvettur.
Eingin fekk tó mein av hesi ringu ferð.
Sagt verður, at eingin doyr fyrr enn tíðin er komin.
Hetta sama árið í apríl fór Hendrikkur at føra torv sjálvur fjórði, og báturin umkomst í Baglhólmssundi, hvar hann og ein sonur Hans Nikláa doyðu, meðan sonur Hendrik og Hans Nikláji bjargaðust.
Soleiðis er mansins lagna.
Eini 3 ár eftir hesa hending vóru okur til sjós fyri vestan hin 20. oktober við sama báti. Menninir hesa ferð vóru Dánial Pauli Joensen, Tummas Jacobsen úr Sólmunda, Jens Mohr Joensen, Poul Danielsen og eg sjálvur.
Allir bátarnir høvdu verið til sjós dagin fyri, men henda dagin var vánaveður við nógvum vindi, so okur vóru einsamallur bátur, ið fór til sjós.
Ættin var eystan, og vindurin vaks í hvørjum, so strævið var hjá einum at andøva. Smáligt var at fáa, tí var farið at landi. Kyrran var góð, meðan okur vóru úti, men meðan okur róðu, brann hann á av landsynningi eystri við vátaslettingi. Okur høvdu einar 2 centnarar av fiski. Farið varð inn á Múlagjógv, og okur tóku bátin upp við fiskinum og fyltu hann í 4 leypar. Vanligt var at bera fiskin av Múlagjógv einar 80 favnar langan veg gjøgnum urðar og gjáir.
Síðan drógu okur bátin heim undir blokkin, tí rennistrongur var tá gjørdur av Sørin í Kunoy, og hongdu okur so bátin í taljuna, ein talja undir hvørjum skuti. Nú skuldu okur fara og talja bátin heim, men verða brátt varir við, at vognurin, ið báturin skuldi hanga í, er ikki komin vestur aftur. Menn høvdu verið í feitilendi og gloymt at koyra vognin vestur aftur. Eg sigi so við Jens Mohr, at tú er fimastur av okum, far tú heim eftir vogninum. Meðan hann ger seg til reiðar, síggja okur eitt so øðiligt óløgi koma frá Múlatanga, og tað fylti yvir tað heila. Hetta óløgi var so grovt, sum í ringastu havódn av útsynningi. Hinir 4 menninir lupu til og fingu seg fastan í jarnsteyrarnar, ið rennistrongurin var fastur í, og teir hevjaðu seg so langt upp eftir steyrunum, sum teir kundu. Sjálvur stóð eg og helt bátinum og leyp niður i eina urð til rýmingar. So kom annað og triðja óløgi hvørt frekari enn annað. Eg kom mær upp á ein stóran stein, og báturin brast tá av um miðju tvørtur um henda klettin. Annar parturin fór í Múlagjógv og hin í Vágagjógv. Tá ið so frætt fjaðraði av, lupu okur heim eftir helluni um miðjuna í sjógv fyri at bjarga okkum, áðrenn óløgini komu aftur.
Okur komu so heim á Eiðið og mundu sita ein hálvan tíma í undran yvir hesa merkiligu hending, ið má sigast at vera eitt stórt undur, at okur komu við lívinum, tí einki óløgi kom aftur, meðan okur sótu og hugsaðu um tilburðin.
Náttin bleiv av teim ringastu við stormi og vátakava av landsynningi, og hetta vilsti brimið í.
Dagin eftir fóru okur vestur á Eiðið at vita um nakað sást av royvunum, jú, tveir lutir funnu okur, framrongin lá í Vágagjógv, og byrsa mín lá heil undir klettinum, ið báturin brotnaði um.
Hin triði útróðrardagurin
Ein dagin fóru okur 5 menn, Dánial Johan Vilhelm, Dánial Michael Vilhelm, Dánial Jacob Danielsen, bóndi á Skála, Hans Pauli Petersen og eg við fýramannafari út um Flesjarnar og tóku suðurvending uttanfyri Steinin (Munkin). Besta veður var um morgunin. Meðan okur sótu, fór hann at kyla av landsynningi, og toka kom inn úr havinum, so okur mistu landið burtur.
Sitið varð og dongt, tí fiskur var at fáa.
Nú máttu okur einaferð fara til árar at fáa fatur í Steininum.
Vindurin vaks meir og meir við slavtoku. Okur róðu o. u. 3 korter, men eingin steinur sást. So varð farið at lodda, og var tá 90 favna dýpi. Hetta var óhugnaligt. Okur høvdu róð í norðan, men nú mátti kósin broytast í landnyrðing. Henda leið gekk so o. u. 1 tíma, og var tá vánaveður av landsynningi. Knappliga hoyra okur brimdun, ið nærkast meir og meir. Nú vóru okur varir við, at okur vóru vestanfyri strongin við Flesjarnar og eystfallið gekk við broddi. Sjógvarnir vóru sum boðabrot, og royndu okur at rógva vestur frá, alt tað okur orkaðu, men strongurin vann og dró okkum nærri og nærri at sær. Nú var einki at gera uttan at halda bátin beinan og lata hann reka gjøgnum strongin. Okur fingu bara 3 brot, og kom okkurt um ein tunna av sjógvi inn í bátin. Okur hildu, at tað var um miðjuna á stronginum, okur komu, tí har var eitt lið á.
Seglið var so sett á bátin, og okur komu á land í heimbygdini í øllum góðum.
Eitt er vist, at Harrin var tann, ið bjargaði okkum hesa ferð sum so mangan, og fái hann lov og tøkk.
Dánial Jacob hevur mangar aðrar ferðir verið í stórum vanda á sjónum. Tríggjar aðrar ferðir hevur hann verið útarógva av Eiðinum og ikki kunnað lent fyri brim. Einaferð setti hann upp í Sunnba, aðru ferð fór hann evstur um endan við seksmannafari og lendi á Vágsfirði. Hina triðju ferðina kom skipið »Fagriklettur« vestur fyri Eiðið eftir honum.
Eg spyrji Dánial Jacob: hvussu gamal vóru tygum, tá ið tygum fóru at rógva út? Eg mundi ikki vera meira enn 10 ár, men ikki bar altíð til at sleppa úr skúianum. Onkran góðan summarsdag
sendi pápi mín meg til læraran Poul Næs og bjóðaði honum við til útróðrar, tá var eg fegin, tí tá slapp eg við.
Tygum hildu leingi á at rógva út? Eg var 83 ár, tá ið eg legði árarnar inn síðstu ferð, og takki eg Harranum fyri alt, tí var hann ikki við í hvørjum verki, vóru okur mangan illa stødd.
Facebook viðmerkingar