Í august í 1931 gjørdu teir báðir, amerikanarin Parker Cramer, sum varð flogskipari, og kanadiski Oliver Paquette, sum var mekanikari, eina roynd at flúgva tvørtur um Atlantshav, frá Detroit til Kanada, Baffin Island, Grønland, Ísland, Føroyar, Hetlands, Bergen og Keypmannahavn. Æltanin var at fara undir skipaða post-flúgving millum USA og Keypmannahavn.
Fríggjadagurin 7. august 1931 gjørdist ein sjáldsamur dagur í Vági. Umleið klokkan 21.30 á kvøldi sóu vágbingar eitt flogfar koma vestaneftir inn gjøgnum Eiðið og fjørðin og lenda úti á fjørðinum. Teir báðir Cramer og Paquette vórðu noyddir at neyðlenda á Vágsfjørði, tí brennievnið gekk undan.
Flogfarið, sum var eitt vatnflogfar, varð sleipað inn til kaiina, har tað varð lagt, og út komu tveir ungir menn, flogskiparin Parker Cramer og mekanikarin Oliver Paquette. Teir vóru troyttir, og fingu skjótt hvíld, annar hjá Petur Dahl á Gørðunum og hin hjá Arthur Rasmussen lækna. Sofus Strøm smiður var umborð á flúgvaranum og rættaði uppá okkurt brekið.
Tíðliga næsta morgun fóru teir í holt við at gera flogfarið klárt til at flúgva víðari. Teir skundaðu sær, tí eftir ætlan skuldu teir verða í Bergen, áðrenn myrkt varð.
Nógv fólk fóru – sum vera man – at hyggja at flogfarinum, tí so nær einum flogfari høvdu tey allarflestu ongantíð verið. Úr mannamúgvuni kom ein lítil genta við einum blomsturtyssi, rætti Paquett tað, sum rørdur takkaði fyri og legði blomsturtyssið inn í flogfarið, har Cramer sat. Maskinan varð sett í gongd, og flogfarið fór vestureftir inn gjøgnum fjørðin, vendi og kom síðani fossandi við nógvari ferð úteftir fram við kaiini víðari, og tá ið tað var komið nakað út á fjørðin, varð tað leyst av sjónum og hvarv eystureftir.
Eina lítla løtu seinni sást flogfarið aftur koma flúgvandi høgt uppi inn gjøgnum fjørðin, dalaði so niður móti húsunum vesturi við Vatnið, vendi og kom aftur út móti kaiini og lendi stutt sunnan fyri kaiina, lá eina løtu, fór síðani á flog og hvarv úr eygsjón, alt meðan fjøld av fólki eygleiddi hesa sjáldsomu hending.
Men Cramer og Parquett komu ongantíð til Bergen. Teir komu fram til Hetlands, har teir tóku brennievnið, og sunnudagin flugu teir síðani úr Hetlandi við leið móti Noregi, men teir komu ikki vegin fram. Ein norsk sendistøð hevði hoyrt frá teimum, har teir søgdu, at teir høvdu sett leið móti Stavanger, og nú høvdu teir sett kós móti Keypmannahavn. »I can see the Coast of Norway« vóru tey seinastu orðini, sum hoyrdust frá Cramer. Veðrið var ringt í Norðsjónum hesa tíðina, og hildið varð, at teir hava verið noyddir at lent á sjónum, har eingin møguleiki hevur verið at klára seg í tí veðrinum, sum tá var. Har lótu hesir slóðbrótarar innan flúgving, sum teir veruliga vóru, lív, Cramer 35 ára og Paquett 22 ára gamal.
Meiri kann lesast um teir báðir í seinnu bókini um Vágs kommunu á síðu 99.
Myndirnar eru úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni.
Facebook viðmerkingar