Felagið Føroysk Træseglskip saman við SALT á Drelnes skipa fyri SALT Sigling 2022 í døgunum 8. juli til 10. juli 2022. Luttakandi skipini verða Dragin, Westward Ho, Johanna og Thorshavn og roknað verður við, at manningarnar til samans telja 50-55 persónar.
Felagið Føroysk Træskip siga, at træskipaflotin eigur at sigla hagar, hann ger mun ella sæst í einum tiltakið, ið gagnar/stimbrar har skipini seta dám á, so sum oyggja- bygdastevnu, fiskikapping, festival, hugnaløtu á bryggju og annað.
“Felagið sigur at Træseglskipini hava sett kós, og ferðamálið er SALT á Drelnes”
Fleiri forvitnislig tiltøk eru á rúgvismiklu skránni bæði umborð á skipunum inni í mentanarhúsinum SALT og á havnalagnum á Drelnes.
Skrá, fríggjadag 8 juli. 2022
Kl. 16.00 – 19.00 – SALT er opið
Kl. 17.00 – Móttøka á Drelnesi, Hornorkestrið spælir
Kl. 17.15 – Kristin Michelsen, borgarstjóri, heldur røðu
Kl. 17:30 – 19:00 – Opið skip. Almenningurin er vælkomin at vitja umborð á skipunum
Skrá, leygardag 9 juli. 2022
Økið er opið frá kl. 13.00 – 19.00
KL. 13.00 – 14.00 – Heilsutiltakið ”GAKK og RENN”. Tak mammuna og pápan, ommuna og abban undir armin og kom og gakk við okkum. MBM bjóðar okkurt leskiligt aftaná
Kl. 14.00 – 18.00 – Opið skip – FFT
Kl. 14.00 – 18.00 – Andlitsmáling, gjøgnum allan dagin er tað møguligt at fáa andlitsmáling
Kl. 14.00 – 18.45 – Hoppiborgirnar eru opnar
Kl. 16.00 – 16.30. – ́Skúmparty’, Brandbilarnir koma at leggja út skúm fyri børnum og vaksnum
Kl. 14.00 – 18.00 -Suðuroyar Sjúkrahús kunnar um virksemið á sjúkrahúsinum
Kl. 14.00 – 16.00 –Heilsuskúli Føroya kunnar um heilsu útbúgvingar á skúlanum
Kl. 14.00 – 18.00 – Blóðbankin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur frá týdninginum av, at blóðbankin í Suðuroy hevur blóðgevar á staðnum. Til ber at tekna seg sum blóðgeva
Kl. 14.30 – 16.00 – Tvøroyrar Sløkkilið vísir í verki, hvussu hjartastartari skal brúkast
Kl. 14:00 – 18:00 – Støkk-inn mátingar. Fólkaheilsuráðið bjóðar øllum ymiskar ókeypis kanningar. T.d. at máta blóðsukur, blóðtrýst, lungufunktión og feittprosent. Harumframt ber til at fáa góð kostráð
Kl. 14.00 – 19.00 -Dugni hevur framsýning í SALT við dømi um arbeiði og framleiðslu, sum næmingarnir hava gjørt
K.14.00 – 15.30. -Harmonikutónleikur í SALT túninum
K.15.00 – 18.00. -Brandbilar eru í SALT túninum, og øll børn sleppa sita í teimum og at síggja teir innan
K.16.00 – 17.30 -Harmonikutónleikur í SALT Túni
K.17.00 – 18.00. Størri børn fáa umborð á skipunum, høvi at heisa upp ávís segl og at binda knútar
K.17.00 – 18.00. -Minni børn (4-6 ár) royna ymiskt undir dekk og á dekkinum umborð á skipunum
K.17.00 – 18.00 -Sjóranaratiltak. Byrjað verður umborð á Westward Ho
Sunnudagin 10. juli 2022
Kl. 11.00 – Gudstænasta í Tvøroyrar Kirkju
Kl. 13.30 – Skipini fara avstað
Felagið Føroysk Træseglskip, SALT og Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar