Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, boðaði í gjárkvøldið frá á facebook, at dialysu-viðgerð nú skal skipast í Suðuroynni.
Kaj Leo Holm Johannesen skrivar:
“Dialysusjúklingar skulu í framtíðini fáa dialysuviðgerð í Suðuroy, tað ætli eg mær at gerða alt fyri, at tey fáa hettar tilboð sum tey ongantíð hava havt fyrr.
Lívsgóðskað er eisini ein partur av okkara viðgerðarmøguleikum sum eitt framkomið land, eg ætli mær saman við sjúkrahúsleiðsluni at finna ein smidliga og konstruktiva loysn á hesari avbjóðing.”
Við hesum er endiliga gongd komin á at fáa eina góða loysn fyri dialysu-sjúklingar í Suðuroynni – eitt mál, sum varð tikið upp her á Suðuroyarportalinum í mai mánaða í 2021 og aftur í vár. Síðani hevur m.a. KVF eisini tikið málið upp.
Facebook viðmerkingar