Fyri einum lítlum ári síðani skrivaðu vit um Magna Augustinussen úr Vági, sum tá var ein av tveimum suðuroyingum, sum fleiri dagar um vikuna ferðast til Havnar á Landssjúkrahúsið í dialysu-viðgerð orsaka av nýrasjúku.
Støðan hjá Magna og hinum suðuroyingunum, sum hava nýrasjúku – og nú eru teir fleiri – er onki broytt. Stórur partur av teirra lívið ferð við ferðing og bíðitíð til eina dialysu-viðgerð, sum tekur 4 tímar hvørja ferð.
Magni greiddi í mai mánað í fjør frá, at “eg havi tað ok, men eg havi onki lív!”. Í løtuni eru tað tríggir suðuroyingar, sum hvørja viku, fleiri dagar um vikuna ferðast til Havnar í dialysuviðgerð – og í næstum verða teir væntandi fýra.
Í vikuni fingu vit umborð á einum av óteljandi túrunum umborð á Smyrli eitt prát við tveir teirra, Magna Augustinussen úr Vági og Norðleif við Krógv úr Hvalba.
Magni greiður frá, at hann nú ferðast fýra dagar um vikuna til Havnar í dialysu. Innihaldið í lívinum hjá mær fevnir í løtuni einamest um at ferðing úr Vági til Krambatanga, við Smyrli til Havnar og so í dialysuviðgerð. Tá eg orki og tað passar við ferðaætlanini, so gongur leiðin suður sama dag – eg búgvi jú í Vági og eigi hús í Vági – ella liggi eg nátt í Havn í kamari, sum eg havi leigað. -Og ja, tað er ikki lætt fíggjarliga at fáa endarnar at hanga saman, tá man hevur “dupult húsarhald” og ikki er arbeiðsførur, sigur Magni.
Eg havi lítla og onki annað innihald í lívinum enn ferðing til og frá dialysuviðgerð og so bíðitíð, tí tað er jú ikki landfast til Suðuroyar, so eg kann ikki fara og koma tá eg vil, sigur Magni.
Norðleif við Krógv í Hvalba ferðast eisini til Havnar í dialysu viðgerð. “Eg klári meg í løtuni við at fara í dialysuviðgerð tveir dagar um vikuna”, sigur Norðleif. Men hendan støðan er ikki haldbarð, so eg eri uppskrivaður til eina íbúð í Havn, sum er handikapp-vinarlig, sigur Norðleif, sum situr í koyristóli. Men eg vildi ynskt, at tað bar til at fingið dialysu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eg búgvi jú í Hvalba og tað eru har øll míni kæru eru – og við nýggja Hvalbiartunlinum eru tað bara 8 minuttir upp á Tvøroyri, so tað hevði verið heilt fantastiskt í mun til ferðingina til Landssjúkrahúsið í Havn, sigur Norðleif.
Hvat er eitt lív vert?
Í næstum verða tað væntandi fýra suðuroyingar, sum fleiri dagar hvørja viku skulu ferðast til dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum í Havn. Tveir teirra – Magni og Norðleif – greiða frá, hvussu teir hava lítið innihald í lívinum annað enn at ferðing, dialysuviðgerð og bíðitíð.
Lítið er at ivast í, at lívsgóðskan er neiliga ávirkað av nýrasjúkuni, men harumframt er nýrasjúklingar í Suðuroynni í einari serligari støðu, tí teir dag um dag noyðast at ferðast til dialysuviðgerð í Havn.
Við einum tilboði um dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevði lívsgóðskan hjá nýrasjúklingum í Suðuroynni blivið fleirfalt betri frá einum degi til annan!
Sjálv dialysu-útgerðin er ikki ein stór íløgu og er spurningur um játtan. Umframt útgerð, so er tørvur á játtan til ein serlækna afturat í nýrasjúku, soleiðis at ein serlækni kann hava ábyrgd av dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyri nýrasjúklingarnar í Suðuroynni, teirra avvarandi og vinfólk teirra, er spurningurin um hvat eitt lív er vert ofta á lofti. Í løtuni er gerandisdagurin hjá nýrasjúklingum í Suðuroynni, sum ferðast til dialysuviðgerð í Havn, við avmarkaðum innihaldi og við skerdari lívsgóðsku.
Greinin heldur áfram undir myndini
Taka vit støðuna hjá Magna Augustinussen, so hevði hann við einum dialysu-tilboði á Suðuroyar Sjúkrahúsi fýra dagar um vikuna kunna koyrt til dialysuviðgerð og tilsamans brúkt umleið 19 tímar um vikuna uppá viðgerðina og ferðing. Í dag er støðan hjá Magna tann, at ein dialysuviðgerð mánadagar, um hann ferð suðuraftur mánakvøld, tekur tilsamans 19 tímar í ferðing, dialysuviðgerð og bíðitíð.
Lesið eisini:
Facebook viðmerkingar