Tórskvøldið 28. apríl kl. 19:00, er sera spennandi og viðkomandi ókeypis tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri við heitinum “Burðardyggur matur og matoyðsl”
Hetta er eitt av mongu tiltøkunum, sum Tvøroyrar kommunu hevur á skrá í samband við umhvørvisvikuna á Tvøroyri í døgunum 25. apríl til 1. mai. -Skráin fyri umhvørvisvikuna kann lesast her
Bæði evnini “Burðardyggur matur og matoyðsl”, eru sera nógv frammi í miðlunum í hesum døgum, og Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið rekur ÍvF Matkovin, við heimstaði á Tvøroyri -har Sunniva sjálv eisini er uppvaksin- kemur at greiða frá um virksemið í Ívf Matkovanum.
Matkovin varð stovnaður 18. juni 2019, á altjóða degnum fyri burðardygga gastronomi. Sunniva er útbúgvin fólkalívsfrøðingur, við serøki um mat, umhvørvi og visuelt samskifti. Sunniva fer at fortelja um virksemið hjá Matkovanum og fer annars at leiða prátið gjøgnum kvøldið.
Systrarnar Sanna A. Dahl og Gunnhild D. Niclasen góvu herfyri bókina “Matur – okkara virðismikla tilfeingi” út. Um bókina segði Bogi Hansen, havfrøðingur, soleiðis: “Ein sera kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur er ikki ein sjálvfylgja, og ikki minni fyri okkum vaksnu, sum innflyta næstan hvønn bita, sum fer í munnin, um hann ikki fer í ruskspannina.” Ein sera viðkomandi bók fyri øll, ið Sanna og Gunnhild freiða frá og sum sjálvandi ber til at keypa á kvøldinum.
Bindi Madsen, ið rekur Seglloftið, hevur verið á rannsóknarferð í býnum og kanna hvat ber til at fáa av vøru frá handlunum, ið allíkavæl skal blakast burtur. Burtur úr hesum vørum, sleppa vit at fáa onkra spennandi smakkroynd á kvøldinum.
At gera kvøldið fullkomið, hava vit fingið ongi mætari enn Lenu Andersen og Niclas Johannesen at leggja leiðina framvið og spæla okkum nøkur løg. Lena og Niclas eru fólkaogn og vit gleða okkum til at hoyra teirra fantastiska tónleik. Tróndur Enni stendur fyri ljóðinum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.