Plantupakkarnir vera útflýggjaðir í dag til borgarar í Tvøroyrar kommunu, sum framanundan hava fráboða og bílagt plantupakka.
Plantupakkanir verða útflýggjaðir í dag frá kl. 16:00 – 18:00, sunnanfyri bygningin hjá Teknisku deild á Hvítanesi – Sjógøta 95. –guli bygningurin hjá fyrv. Pól Hansen heilsøla
Hetta er eitt av mongu tiltøkunum, sum Tvøroyrar kommunu hevur á skrá í samband við umhvørvisvikuna á Tvøroyri í døgunum 25. apríl til 1. mai. -Skráin fyri umhvørvisvikuna kann lesast her
Øll fáa útflýggja eitt træ og tvær urtir hvør. Heitt verður á fólk um at hugsa um hvar tey seta bilin frá sær, soleiðis at ferðslan verður órógvað minst gjørligt.
Tá avheintað verður, skal upplýsast navni á tí persóninum, ið hevur bílagt palantupakkan, sum framanundan er skrásettur í yvirlitinum. Avmarka nøgd er bílagt, so fólk, ið ikki framanundan hava umbiði plantupakka, kunnu ikki vænta at fáa ein plantupakka á hesum sinni.
Facebook viðmerkingar