Tvøroyrar kommuna bjóðar eldri borgarum í kommununi til morgunmat á Seglloftinum

Leygardagin 9. apríl, frá kl. 10:00 bjóðar Tvøroyrar kommuna eldra ættarliðnum til ein góðan morgunmat á Seglloftinum. Ætlanin er at tiltakið verður afturvendandi hvønn ársfjórðing og longu nú er greitt, at næsti morgunmatur á skránni verður leygarmorgunin 27. august kl. 10:00 á Seglloftinum.


Umframt góðan morgunmat frá Bindi Madsen kemur Tróndur Enni á vitjan at syngja nøkur løg, eins og Gudrid Nolsøe leggur leiðina framvið at fortelja um fyribyrgjandi vælveruvenjingarnar, sum kommunan bjóðar teimum í eru 65+. Á skrá er eisini forkunnugur upplestur við Álvur Enni, sum kemur at siga frá áhugaverdum søgum.


Umframt góðan mat og tónleik ber sjálvandi eisini til at fáa eitt gott prát í hugnaliga umstøðunum á Seglloftinum, har allir borgarar í eru 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir komandi leygarmorgun kl. 10.00.

Morgunmatur fyri eldra ættarliðið er liður í eldraátøkunum, ið Tvøroyrar kommuna hevur havt á skrá seinastu árini, fyri at betra um trivnað, og samansjóða eldri borgarar í Tvøroyrar kommunu.

Facebook viðmerkingar