Ræðuleikarnir í Ukraina rakar onkursvegna okkum øll og nógv royna at hjálpa, har tey kunnu. Á Marknoyri í Vági hjá 3D-prent við Heina Nielsen koyrir 3D-prentarin uttan íhald. Saman við fólki úr Danmark, Týsklandi, Slovakia, Svøríki og aðrastaðni er Heini farin uppí bólkin “DK-Makers for fred”.
Heini greiðir frá, at tey í bólkinum “DK-Makers for fred” eru farin at prenta útgerð til hermenn og onnur í Ukraina. Í løtuni prenta vit æðrabregd, sum verða knýtt um armin ella beini fyri at steðga bløðingum; og fyrsta sending er farin avstað, sigur Heini.
Heini greiður frá, at øll sum eiga ein 3D-prentara kunnu gera sum hann og hjálpa til við at prenta útgerð til Ukraina. Á Facerbook eru bólkarnir DK-Makers for fred og MakersHelp, har tað ber til at skráseta seg at hjálpa. Fílurnar, sum tú skal prenta út frá, finnast sjálvandi eisini á netinum, greiður Heini frá (tann leinkjan er her: https://whatt.io/alphaone/ukr/04:8f:4c:8a:83:72:80)
Inni á bólkinum hjá DK-Makers liggur øll kunningin um hvar prentini skulu sendast, hvar man skrásetur prentini o.a. -Og tá tú hevur meldað teg sum lim í Facebook bólkinum sært tú eisini eitt filmsbrot av tí sum verður 3D prentað og verður tað eisini víst hvussu tað verður brúkt, sigur Heini at enda.
Her eeru nakrar myndir æðrabregdunum, sum Heini hevur prentað við 3D-prentara.
Facebook viðmerkingar