Seinastu dagarnir hevur ein borivongur koyrt runt í Vági og bora hol til jarðhita og tað Jarðhiti, sum fremur arbeiðið í samstarvi við Tangavirkið í Vági.
Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, sigur, at tað eru fleiri og fleiri fyrispurningar um jarðhita og nú er so gongd komið á at bora jarðhitahol – og er hetta jú nakað, sum vindur uppá seg, bæði í samband við nýbyggjarí og tá fólk leggja um í eldri húsum.
Borivognurin hjá Jarðhita er her avmyndaður vesturi í Mýrunum í Vági, har nýggju lutaíbúðirnar eru í gerð og verða lidnar í summar.
Facebook viðmerkingar