Jóansøkudagur er í dag 21. Juni, sum eisini er longsti dagur á árinum, um 19 tímar og 29 minuttir til longdar.
Síðani 2014 hevur í Vági verið brent bál á Tríkantinum á Sandinum jóansøkudag og á skránni hevur eisini verið felagssangur og røða, og Vágs kommuna hevur bjóðað bollar og kakao.
Í ár verður tað Ingi Poulsen, sum kemur at flyta fram røðu við Jóansøkubálið.
Tiltakið byrjar kl. 21.
Facebook viðmerkingar