Nú kann eg vitja mammu hvønn dag

BySuðuroyarportalurin

26. november 2025
Myndin er tilgjørd við Google Gemini

SUÐUROY 2036Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin kannar hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið,  os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.

Nú kann eg vitja mammu hvønn dag

Pætur hevur saman við familjuni búð í Hoyvík seinastu 10 árini. Pætur er upprunaliga úr Fámjin, har hann er vaksin upp, men eftir lokna útbúgving í Danmark, búsettu Pætur og kona seg í Hoyvík, har teirra familja hevur búð síðani.

Í Fámjin býr mamman framvegis, eftir at pápin doyði fyri nøkrum árum síðani. Sum verða man, so liggur tað mær á hjarta at vitja mammu so ofta sum tilber, men tað hevur jú ikki altíð verið so lætt við Smyrli og avmarkaðum møguleikum í ferðaætlanini, so tað hevur verið ein túrur suður eina ferð um mánaðin, ofta minni og kanska onkuntíð meiri.

Men nú tað er koyrandi er alt vorðið so ómetaliga nógv lættari. Eg kann í veruleikanum vitja mammu hvønn dag og okur síggjast eisini í øllum førðum eina ferð um vikuna. Av og á kemur hon eisini norður við Bygdaleiðum á middegi og so koyra okur hana suðuraftur eftir náttúrða.

So fyri okkum kann eg bara siga, at okur eru takksom fyri at tað er fast samband og koyrandi líka úr Hoyvík til Fámjins og aftur, sigur Pætur at enda.

Sunnudagin greiður Anna frá hvussu hon “koyrdi runt í Havn í 5 tímar, meðan okur bíðaði eftir Smyrli”.

Facebook viðmerkingar