Geografiska mótstøðan móti SUÐUROYARTUNLINUM er júst tann sama, sum var ímóti VÁGA- OG NORÐOYATUNLINUM. – Hesar mótstøður fánaðu nakað – greidliga – móti EYSTUROYAR- OG SANDOYARTUNLINUM, eftir at teir báðir fyrru gjørdust ein óhugsandi – fyri mong – framburðsleið fyri vinnu og samfelagið alt.
Kundi hugsa mær, at ein meiriluti av føroyingum nú eru troyttir av í tíð og ótíð, dag um dag í tíðindunum í KVF og á FACEBOOK at hoyra mótburð um at fáa Suðuroyartunnilin framdan.
Ber ikki til at lata teir sum hava ábyrgd fyri útbygging av samferðslukervinum hava frið at arbeiða við málinum uttan at “hvørt orð og hvør strika” skal viðgerast av leikum og lærdum og “hvør Hanus og Janus” skal hava eina meining og hetta skal viðgerast í ólukkumát í KVF og Facebook til bera øsing hjá Føroyafólki.
Fari at minna á at SUÐUROYARTUNNILIN er sanniliga ikki bara fyri suðringar, men fyri eina neyðuga útbygging fyri Føroya fólk.
Ikki bara geografiska mótstøðan – helst fólk, sum ikki hildu seg hava brúk fyri honum – vóru ímóti, men so sanniliga eisini bæði búskapar- og samfelagsfrøðingar vóru ímóti og enntá politikarar úr suðurstreymi og onkur í Eysturoynni fóru í donsk bløð og gjørdu “hesar galningar til gjøldurs”, sum hildu fram við hesum villskapi at “lave disse undersøiske tuneller” – VÁGA- OG NORÐOYATUNNILIN.
ORSAKA MEG! Veit, at hetta er opinskárað av einum manni, sum er farin burturúr øllum og í mangar aðrar mátar kann tykjast “out of date”.
MEN prioriterið Suðuroyartunnilin frammarlaga, tí vit hava sæð at peningur verður brúktur úr landkassanum í ólukkumát.
Føroyskir framburðsmenn og -kvinnur, sum ikki ræddust, tá ástóð, hava givið okkum eitt tað besta og mest eftir viðurskiftunum útbygda land. – OG HER LIVA VIT VÆL!


Facebook viðmerkingar