Leggja seinastu hond á graslíkisvøllin í Marghøllini

Seinastu dagarnir hevur verið arbeitt við at leggja á graslíkisvøllin í Marghøllini.

Fyrst varð undirlagið lagt, síðani sjálvur graslíkisvøllurin. Og tá vøllurin, sum er í longdum, var límaður saman, varð farið undir at gera strikurnar.

Komið er nú á mál við hesum arbeiði og seinasti partur av arbeiðinum, sum fevnir um at fylla sand og gummi á vøllin, er nú í gongd.

Gongst sum ætlað, so verður komið á mál við hesum arbeiðinum seint mánadagin.

 

Facebook viðmerkingar